Ein atfinningarsom rødd vestan úr Vágum

Fyrrverandi floksskrivari okkara, Hans Jørgensen, hevði fríggjadagin eina grein í Sosialinum við heitinum: ?Missir Javnaðarflokkurin mál síni á gólvið?? Lat meg beinanvegin siga, at greinin er móttikin í tí rætta andanum. Hetta vóru nakrar vælmeintar atfinningar og ein ásannan av, at flokkurin hevur so nógv góð mál at stríðast fyri, at tað er spell, at tey fylla so lítið í tí dagliga kjakinum. Og ein áheitan um, at vit gera nakað við hetta.

Hans Jørgensen varð í sínari tíð saman við øðrum settur av flokkinum til at skipa fyri einum uppleggi um kommunapolitikk. Hetta førdi so seinni til, at vit fingu eitt liðugt uppskot um eina nýskipan á kommunalpolitiska økinum, sum síðan er viðgjørt av floksleiðsluni og samtykt av landsfundi floksins.

Men síðan er sambært Hans ov lítið hent við at fáa henda boðskapin út millum manna, og tað tykist sum um, at bert tvey uppskot eru til á kommunuøkinum, nevniliga uppskotið hjá samgonguni og so uppskotið frá kommunubólkinum hjá Elifi Samuelsen.

Tað er einki at ivast í, at Hans í hvørfall partvís hevur rætt í hesum, og henda kritikkin mugu vit sum tingmanning og vit sum starvsnevnd taka til okkara.

Tá vit samanbera kommunumálið við eitt nú sjálvstýrismálið, so er einki at fara skeivur í, at tað hevur eydnast okkum munandi betur at hava verið við í kjakinum um sjálvstýri við okkara uppskoti um eina sjálvstýrislóg, enn vit hava verið frammi við okkara annars ótrúliga góða uppskoti til eina kommunuskipan. Men tá tað er sagt, so skal eisini sigast, at sjálvstýrismálið hevur fingið munandi meira rúmd í kjakinum enn kommunumálið. Í grundini hevur sjálvstýrismálið ella rættari fullveldismálið staðið einsamalt á dagsskrá, bæði tí politisku og teirri hjá fjølmiðlunum.

19. apríl í fjør var aðalorðaskifti um eina frágreiðing, sum løgmaður sum landsstýrismaður í kommunumálum hevði lagt fram. Frágreiðingin var hansara, men grundarlagið undir frágreiðingini var eisini álitið frá kommunubólkinum. Vilhelm Johannesen, sum var okkara framsøgumaður, hevði eina góða framsøgurøðu, har hann fyrst og fremst lýsti okkara uppskot til eina kommunuskipan við m. a. bygdaráðum og økisráðum.

Men eg má geva tær rætt í, at síðan er lítið hent á hesum øki. Við hvørt hoyra vit í fjølmiðlunum serliga Helenu Dam á Neystabø tosa um at leggja barnaansingina út til kommunurnar, og onkuntíð Tórshavnar býráð við ynskinum um, at eldraøkið eisini verður lagt út til kommunurnar.

Vit áttu kanska, sum vit gjørdu við sjálvstýrisógini, at fingið kommunuuppskotið prentað og útgivið í einum faldara, men tað kunnu vit náa enn. Hin vegin so liggur uppskotið á heimasíðu floksins, so almenningurin, men eisini fjølmiðlarnar kunnu fara inn og lesa uppskotið.

Løgmaður hevur nú sent uppskot um nýggja kommunulóg út til viðmerkingar, og vit skulu í ár hava kommunuval, so tað er einki at ivast í, at kommunumálið verður flutt fram á dagsskránni.

Ikki fyri at koma við umberingum, so er tað hin vegin rættiliga tungt at arbeiða sum andstøða í føroyskum politikki. Umsitingarliga hevur tingmanningin onga hjálp, men nú hoyrist, at skrivarar skulu setast til tingmanningarnar, so tað verður avgjørt ein stór hjálp.

Politikkur er sum einhvør søluvøra. Tú verður noyddur at marknaðarføra politikkin, soleiðis at boðskapurin kemur út til teirra, sum skulu taka støðu til hansara. Annars er ?politisk upplýsing? eitt nógv niðurprioriterað øki. Játtanin til allar flokkar er í dag 2,7 mió. kr., og til samanberingar kann eg nevna, at DSU í Danmark hevur ein rakstur uppá eitt stað millum 8 og 9 mió. kr. Eitt uppskot um at hækka játtanina til ?politiska upplýsing? fall við eitt brak, tað fekk bert 7 atkvøður.

Haraftrat kemur, at fjølmiðlarnir vanliga halda, at landsstýrið og samgongan eru munandi meira áhugaverd enn ein andstøða, sum kanska í nógvum førum er ov atfinningarsom mótvegis samgonguni. Eg komi at hugsa um seinasta Fimmara um pensjónirnar, har útvarpið breyt allar journalistiskar grundreglur, tí eingin úr andstøðuni var við. Luttakararnir sungu allir í sama kóri. So tað er heldur ikki altíð so lætt at fáa boðskapin út í andstøðu, tí júst fjølmiðlarnir eru her ein sera týðandi táttur.

Eisini í tí dagliga sakna vit tíverri í stóran mun ta breiðu journalistisku linjuna hjá serliga SVF, men eisini hjá ÚF, har mál verða lýst frá báðum síðum, so sum vit síggja í øðrum londum. Tað ger støðuna hjá andstøðuna uppaftur torførari.

Men vit koma ikki uttanum, at fullveldismálið hevur ruddað dagsskránna fyri øll onnur mál, og tað skal leika hart á, áðrenn onnur mál vinna fram. Tað hevur kanska gjørt gerandisdagin hjá nógvum lættari, kanska serliga hjá fjølmiðlunum.

Annars var tað hugaligt at lesa grein tína. Aftur kundi man síggja eldhugan og títt hugsjónarliga kjølfesti, sum vónandi smittar onnur. Tú hevur rætt í tí, at tað forpliktar okkum javnaðarfólk meir enn onnur at fáa boðskapin út, tí vit kunnu ikki leggjast á boðini. Tað eru tey alt ov góð til..

Hans, vit royna at gera nakað við hatta. Takk fyri atfinningar og ráð.


Jóannes Eidesgaard

floksformaður