er í Føroyum í hesum døgum í sambandi við G! Festivalin. Hon skal spæla við egnum bólki og saman við gomlu kenningunum úr Clickhaze, og hevur stórar vónir til festivalin. -Eg komi bara inn mitt í tí heila [...] seg hava havt í seinastuni var í Íslandi í einum lítlum spælistaði, ið kallast Kaffileikhúsið. Staðið er lítið og minnir mest av øllum um Losjuna í Gøtu. Har var tónleikabólkurin settur í miðjuna av gólvinum [...] væntandi 10 løg. Eivør sigur, at í Íslandi verður kanska arbeitt nakað meir álvarsligt við tónleikinum. Í Føroyum eru fólkini ikki so neyv við tíðarætlanini, sigur hon. -Í Føroyum er tað so, at um ein skal møtast
besta í dag, nú DMi lovar summar og sól í Føroyum í dag. Og tað merkir so eisini, at tey, ið varða av Trappuni í Vágsbotni hava tikið stig til at vísa landsdystin hjá okkara monnum í Algeria. Tí í dag klokkan [...] klokkan 14.00 fara U21 menninir á vøllin at spæla móti Kili, sum er fyrsti samanbresturin av nógvum í HM bólkaspælinum fyri U21. Og sambært DMI verður tað nú seinnapartin upp í 15 stig og í støðum enn heitari
75,602 gistingar í ferðavinnuni fyrra hálvár í ár. Tað er ein øking á 9% ella 6205 fleiri gistingar í mun til sama tíðarskeið í fjør. Tey flestu, ið nýta gistingarmøguleikarnar í Føroyum, 33%, eru danir [...] er føroyingar og restin er úr øðrum evropiskum londum ella uttanfyri Evropa. Tað skrivar Hagstovan í dag. Av tjóðskapum uttanfyri tan danska, eru tað flest normenn, ið gista her. Fyrra hálvár vórðu tað [...] Uttanfyri Evropa eru tað fyrst og fremst norðuramerikanarar. 1708 av teimum gistu her fyrra hálvár í ár.
talt upp í Vági, og harvið er talt upp í fyrsta stóra valstaðnum í Føroyum. 982 veljarar vóru á vali í Vági, sum svarar til 70,6 prosent. Sambandsflokkurin fekk 202 frá vágbingum, og beint í hølunum á [...] Javnaðarflokkurin plagar annars at vera størstur í Vági, men í ár var Sambandsflokkurin størsti vinnarin. Erhard Joensen fekk flestar persónligar atkvøður í Sambandsflokkinum - hann fekk 51. Men toppskorarin
Hallur Joensen skal í summar hava framførslur í fýra londum. Í kvøld spælir Hallur Joensen á Bátafestivalinum á Toftum. Seinni í hesum mánaðinum verður hann at hoyra í Alicante í Spania, har hann verður [...] Hann skal eisini spæla í Ansager i Danmark og í Klaksvík í hesum mánaðinum. Seinni hevur Hallur Joensen aðrar framførslur í Føroyum – eitt nú á Country- og Blues Festivalinum í Sørvági og á Eiði Camping [...] Hallur Joensen skal eisini spæla til nøkur tiltøk í Danmark og í Lindnes í Noregi. Dagarnar frá 13. til 24. august verður Hallur Joensen í Nashville í USA, har upptøkur verða gjørdar til nýggja útgávu
Í Sportboxini, sum var á FM1 í dag millum klokkan 15 og 17, tosaði Óli G. Samuelsen við formannin í Flogbóltssambandinum, Magnus Tausen, og landsliðsvenjaran hjá monnum, Bárður Bendix Mikkelsen. Hoyr samrøðuna [...] til eitt nýtt kappingarár, umframt at altjóða kapping verður í Føroyum um ikki so langa tíð. - Bara við fleiri altjóða royndum blíva vit betri, sigur Bárður B. Mikkelsen. Formaðurin og landsliðsvenjarin [...] samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini - Vit í Flogbóltssambandinum hava ikki funni landsliðnum nóg nógvar avbjóðingar. Tað vilja vit gjarna, sigur Magnus Tausen. Flogbóltssambandið ger klárt til
eiturkoppurin av slagnum Amaurobius fenestralis nýliga er skrásettur í Føroyum, tykist hann longu nú vera rættiliga vanligur, serliga í Sørvági og í Tórshavn. Á sínari heimasíðu - www.jens-kjeld@info - skrivar [...] Amaurobius fenestralis, var, tá Rodmund á Kelduni fann ein í 2007. Men, eiturkoppurin tykist breiða seg skjótt í meginpartinum av Vágum og í syðra parti av Streymoynni. - Lokkanetið er rættiliga serligt [...] serligt, og um fólk fara at leita eftir tí, ivist eg ikki í, at eiturkoppurin verður at finna í fleiri støðum enn hesum báðum nevndu, sigur Jens-Kjeld Jensen.
ið er ávirkað av illveðrinum. Ringa veðrið ger eisini um seg í hæddini, og hetta hevur fingið SAS at avlýsa flogførini til og úr Føroyum í dag. Talan er um fráferðina úr Vágum til Keypmannahavnar klokkan [...] avlýst fráferðina klokkan 13, og komurnar klokkan 13:20 og 16:15 eru seinkaðar til 18:15 og 18:45. Í morgun vóru fráferðirnar báðar til Keflavík og Keypmannahavn seinkaðar ein hálvan tíma.
inn til vælgerandi endamál fyri børn og ung í Føroyum. Í ár varð ein peningargáva latin Bú- og viðgerðarstovninum í Stoffalág til eitt infrareytt hitarúm í samband við viðgerðina av ungum við sálarligum [...] fyri jólatombola og barnalist í Posthúskjallaranum frá klokkan 14.30 til klokkan 17. Barnalist er ein listaframsýning evnað av børnum undir skúlaaldri á ymiskum stovnum í Tórshavnar kommunu. Børnini velja [...] framførir saman við Astu Højgaard og Mads á Heyggi. Vígdis hevur givið nýggja lagið “Jól við tær” út í november.
Í kvøld loysti frystilínuskipið Ågot í Klaksvík. Henda túrin fara teir til fiskiskap undir Føroyum. Ætlanin er at royna á djúpum vatni eftir longu og brosmu. Ætlanin er at fara suður á markið‚ um teir [...] teir fáa pláss har suðuri. Har er nevniliga ein øgilig rúgva av svartkjaftaskipum í løtuni. 13 mans eru við Ågot henda túrin, og Hjaltur Poulsen er skipari. Um alt gongst sum ætlað‚ verður farið til Grønlands