Tað vórðu 75,602 gistingar í ferðavinnuni fyrra hálvár í ár. Tað er ein øking á 9% ella 6205 fleiri gistingar í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Tey flestu, ið nýta gistingarmøguleikarnar í Føroyum, 33%, eru danir, 26% er føroyingar og restin er úr øðrum evropiskum londum ella uttanfyri Evropa.
Tað skrivar Hagstovan í dag.
Av tjóðskapum uttanfyri tan danska, eru tað flest normenn, ið gista her. Fyrra hálvár vórðu tað 5615 normenn, ið hava gist her. Síðani eru tað bretar, ið tilsamans vórðu 3612. Eftir tað eru tað týskarar, sviar og íslendarar.
Uttanfyri Evropa eru tað fyrst og fremst norðuramerikanarar. 1708 av teimum gistu her fyrra hálvár í ár.