Í kvøld loysti frystilínuskipið Ågot í Klaksvík. Henda túrin fara teir til fiskiskap undir Føroyum. Ætlanin er at royna á djúpum vatni eftir longu og brosmu.
Ætlanin er at fara suður á markið‚ um teir fáa pláss har suðuri. Har er nevniliga ein øgilig rúgva av svartkjaftaskipum í løtuni.
13 mans eru við Ågot henda túrin, og Hjaltur Poulsen er skipari. Um alt gongst sum ætlað‚ verður farið til Grønlands at handla inn svartkalva, tá hesin túrurin er lokin.
Á seinasta túri hevði Ågot fulla last, umleið 155 tons av avhøvdaðari longu og brosmu. Teir settu tá fyrstu ferð 5. mars og fingu uppí skipið eftir ein mánaða.









