Countrysangarin Hallur Joensen skal í summar hava framførslur í fýra londum.
Í kvøld spælir Hallur Joensen á Bátafestivalinum á Toftum. Seinni í hesum mánaðinum verður hann at hoyra í Alicante í Spania, har hann verður partur av undirhaldinum hjá Sólorku. Hann skal eisini spæla í Ansager i Danmark og í Klaksvík í hesum mánaðinum.
Seinni hevur Hallur Joensen aðrar framførslur í Føroyum – eitt nú á Country- og Blues Festivalinum í Sørvági og á Eiði Camping. Hallur Joensen skal eisini spæla til nøkur tiltøk í Danmark og í Lindnes í Noregi.
Dagarnar frá 13. til 24. august verður Hallur Joensen í Nashville í USA, har upptøkur verða gjørdar til nýggja útgávu.

Countrykongurin hevur úr at gera í summar

