Veðrið er og verður av tí allar besta í dag, nú DMi lovar summar og sól í Føroyum í dag. Og tað merkir so eisini, at tey, ið varða av Trappuni í Vágsbotni hava tikið stig til at vísa landsdystin hjá okkara monnum í Algeria.
Tí í dag klokkan 14.00 fara U21 menninir á vøllin at spæla móti Kili, sum er fyrsti samanbresturin av nógvum í HM bólkaspælinum fyri U21.
Og sambært DMI verður tað nú seinnapartin upp í 15 stig og í støðum enn heitari. Og somuleiðis verður at kalla eingin vindur - 5 til 10 m/s av suðri.