Í Sportboxini, sum var á FM1 í dag millum klokkan 15 og 17, tosaði Óli G. Samuelsen við formannin í Flogbóltssambandinum, Magnus Tausen, og landsliðsvenjaran hjá monnum, Bárður Bendix Mikkelsen.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
- Vit í Flogbóltssambandinum hava ikki funni landsliðnum nóg nógvar avbjóðingar. Tað vilja vit gjarna, sigur Magnus Tausen.
Flogbóltssambandið ger klárt til eitt nýtt kappingarár, umframt at altjóða kapping verður í Føroyum um ikki so langa tíð.
- Bara við fleiri altjóða royndum blíva vit betri, sigur Bárður B. Mikkelsen.
Formaðurin og landsliðsvenjarin tosaðu eisini samstarvið millum Flogbóltssambandið og landsliðsvenjaran, sum til dagligt er venjari í bestu donsku mansdeildini.