Sambandsflokkurin størstur í Vági

 

Nú er talt upp í Vági, og harvið er talt upp í fyrsta stóra valstaðnum í Føroyum.

982 veljarar vóru á vali í Vági, sum svarar til 70,6 prosent. 

Sambandsflokkurin fekk 202 frá vágbingum, og beint í hølunum á Sambbandsflokkinum var Javnaðarflokkurin við 195 atkvøðum. Javnaðarflokkurin plagar annars at vera størstur í Vági, men í ár var Sambandsflokkurin størsti vinnarin. 

Erhard Joensen fekk flestar persónligar atkvøður í Sambandsflokkinum - hann fekk 51.  Men toppskorarin var Henrik Old úr Javnaðarflokkinum - hann fekk 88 atkvøður.

Triðflestar atkvøður úr Vági fekk Tjóðveldi við 169 atkvøðum, og Fólkaflokkurin fekk 115 atkvøður. Sjálvstýri fekk 7 og Framsókn fekk eina atkvøðu.