Leygardagin 1. desember skipar Lions Liljan fyri jólatombola og barnalist í Posthúskjallaranum frá klokkan 14.30 til klokkan 17.
Barnalist er ein listaframsýning evnað av børnum undir skúlaaldri á ymiskum stovnum í Tórshavnar kommunu. Børnini velja sær eitt evni, sum tey lýsa við málningum og kreativum smáverkum.
Hvørt ár savnar Lions Club Liljan inn til vælgerandi endamál fyri børn og ung í Føroyum.
Í ár varð ein peningargáva latin Bú- og viðgerðarstovninum í Stoffalág til eitt infrareytt hitarúm í samband við viðgerðina av ungum við sálarligum avbjóðingum.
Vígdis Fjallstein Christiansen framførir saman við Astu Højgaard og Mads á Heyggi. Vígdis hevur givið nýggja lagið “Jól við tær” út í november.