Tað hilnaðist sera væl, og allir mátararnir vórðu tiknir upp í øllum góðum. - Hetta var eitt serligt ár fyri mátingarnar í Bankarennuni, tí í samfull 25 ár hevur Havstovan nú mátað tað djúpa rákið har. [...] fond í Danmark. Øll frágreiðingin kann lesast um heimasíðuna hjá Havstovuni - www.hav.fo ##med2## Høgru megin á myndini sæst onnur týska boyan hangandi í sliskuni. Hesar boyurnar vórðu tiknar upp í Western [...] hjá okkum hava í mong ár samstarvað við granskarar á Universitetinum í Hamburg. Á túrinum vórðu eisini tvær sokallaðar PIES (vinstru megin), sum Havstovan hevur lænt frá Universitetinum í Hamburg, settar
kann ynskja sær av tilboðum í hugnaligu havnagøtunum. Dagurin var var rundaður av við tiltaki, sum Kunningarstovan í Havn skipaði fyri. Smáar heitluftsballónir vóru sendar upp í luftina frá Vaglinum, sum [...] ið ikki er sætt í Føroyum fyrr. Júst sum Kunningarstovan lovaði. Hvat viðvíkur innandura tiltøkunum, endaði SIC kvøldið við at vísa hvat bólkurin hevði arbeitt við, síðan hann fyrr í ár fekk til uppgávu [...] Havnina, sum Landsverkfrøðingurin gjørdi í 1977. Hendan framførslan lokkaði so mikið nógv fólk í Tjóðpallin, at flestu okkara máttu taka til takkar við einum plássi í túninum. Og tað var ivaleysa hart. Me
Spurningurin er ikki lon-gur um olja verður funnin við Føroyar. Spurningurin er nær. Og í løtuni er lítið at ivast í, at olja í stórum nøgdum verður funnin við Føroyar, áðrenn 2010 er runnið. So avgjørdur er [...] oljuráðgevingarfyritøkuni Rambøll Oil & Gas, Kai B. Olsen, ið hevur fylgt neyvt við í oljuleitingunum kring Føroyar. Oljuinnrás í Føroyum Hóast tað ganga eini tvey til trý ár, frá tí at oljan er staðfest, til [...] longu nú av álvara at byrja at fyrireika seg, sigur Kai B. Olsen, sum sjálvur hevur starvast í oljuvinnini í meir enn 30 ár. - Oljufólk eru eitt ótolið fólkaslag, sum vilja hava ferð á arbeiðið uttan stór-vegis
afturat í hesum heldur rótuta dysti, og Skála fekk hóast alt trý uppiborin stig. Við sigrinum togaði Skála seg uppá sætta plássið í Formuladeildini, meðan VB/Sumba mest sum er farið í tómgongd í botninum [...] ikki bangin at gera sína greiðu niðurstøðu av dystinum í Vági sunnudagin. - Vit vóru nógv betri enn teir. Í nógva vindinum kundu vit koma undir trýst í deyðbóltsstøðum, men høvdu stóru møguleikarnar og skoraðu [...] Fríska lotið darvaði eisini, og alt í alt var talan um ein rótutan dyst. Ikki vóru nógv gjøgnumførd álop, og málmøguleikar vóru sera fáir. Og málið, sum Skála fekk í 10. minutti, kundi heldur ikki teljast
ikki meiri enn tvær vikur í illa gitna mentamálaráðharrastólinum. - Ikki tí, stólurin var fínur at sita í, men tíðin gjørdist so stutt, at eg ikki rættiliga fekk sett meg inn í øll málini, sigur Óluva [...] einki at vita fyrr enn løgmaður ringdi fimm minuttir í trý og boðaði frá uppsøgnini, sigur Óluva Klettskarð. Hon hevði annars sett seg so væl inn í starvið, sum tilbar, og hevði gjøgnumgingið flestu málini [...] var ikki júst hetta, eg hevði væntað, tá eg játtaði at taka við sum mentamálaráðharri. So man kennir seg ein sindur býttan, tá heta hendi, sigur hon. Tað var tað nú so nógv umrødda lásamálið í Tinganesi
javnviga á vágskálini, og í so máta var talan um enn ein av slagnum á Sandi sunnudagin. - Hetta gjørdist júst so trupult, sum vit óttaðust. Vit upplivdu longu í fyrsta dystinum í ár, hvussu sterkt B71 er [...] Ofta hava vónirnar í Runavík verið stórar, men fram til í ár hava hesar tó ikki hildið allan vegin. Tí hóast NSÍ støðugt hevur verið millum fremstu liðini í skjótt nógv ár, so hevur FM-gullið enn ikki [...] er, til at NSÍ brádliga er farið at toga marginalarnar í sín part, heldur Óli, at orsøkin fyrst og fremst er venjingarstøðan. - Eg haldi, at vit í ár eru betri fyri. Tað hevur heilt víst verið ein fremstu
hansara leiklut í morðum á ósekar spaniumenn og chilienar gjørdu bretskir myndugleikar av at handtaka Pinochet, meðan hann var í London fyri at søkja sær heilsubót. HÓAST Pinochet er senatorur í Chile og ferðast [...] undir við. Tað eru bert ultrahøgravend í USA, nøkur fá viðhaldsfólk hjá Pinochet í Chile, og so Dagblaðið og føroyski fólkaflokspolitkarin Óli Breckmann, sum bera í bøtuflaka fyri Pinochet. Hóast mong ár [...] dómarunum skal gangast á møti. Ætlanin er at fáa Pinochet fyri rættin í Spania. VIÐHALDSMENN Pinochet hava mótmælt handtøkuni og siga, at hetta er í stríð við vanligar reglur fyri diplomatar. Men hesum vísa bretskir
stórt arbeiði, ger eisini í hesum málinum nógv burtur úr. Og í tí sambandinum eru føroysku bløðini eisini eina týðandi uppgávu sum formidlari av upplýsingum. Sosialurin fer frá í morgin at fylgja við hesum [...] fólk tilfar, sum snýr seg um syndarligu støðuna í USA, tá tað viðvíkur tað mest grundleggjandi í tilveru okkara, nevniliga mannarættindi. Vit leggja fyri í mikudagsblaðnum. HVÍ tá gera so nógv burtur úr [...] Í dag fer altjóða mannarættindafelagsskapurin Amnesty International undir eina herferð móti brotum á og tørvin á mannarættindum í heimsins mætasta landi, USA. Undir yvirskriftini ?USA brúka mannarættindini
tapti á Skála, merkti tað, at H71 nú er á odda í 1. deild, ájavnt í stigatali við VÍF og Kyndil. Munurin var annars ikki so stórur fyrr enn nakað inn í seinna hálvleik. Hoyvíkingar hildu nøsina framman [...] minkað munin frá 8-11 til 10-11, áðrenn Anfinn Debes fekk seinasta málið í fyrra hálvleiki, sum sostatt endaði 12-10 til H71. Í byrjanini av seinna hálvleiki var ikki nógv sum bendi á, at munurin fór at [...] til teir skjótu Jákup Símun Simonsen og Finn Hansson, sum vísti, at hann kanska er júst tann maðurin, hoyvíkingar saknaðu í teimum fyrstu dystunum, tá hann var leikbannaður. Tann yngri av íslendsku feðgunum
nú vit eru við at fara inn í eitt nýtt ártúsund. AT málgagnið hjá sambandsflokkinum í sínum oddagreinum umboðar júst somu afturhaldssinaðu sjónarmið sum vágatingmaðurin og onnur av hansara slag er eisini [...] eisini nakað, sum mong hava bitið merki í. Tann viðgerð, sum fullveldismálið hevur fingið í leiðarunum í Dimmu er undir alt lágmark og minnir ikki sørt um ta óvirðiligi og ódemokratisku viðferð, sum vága [...] Hetta er í veruleikanum so langt úti, at tekur sambandstingmaðurin ikki sjálvur stig til at koma við eini umbering, so eigur tað at fáa fylgjur fyri hann. ANNARS má sigast, at sambandsflokkurin í nýggja