Skála vann rótutan dyst

Tað var ikki væl leiktan fótbólt, ið áskoðararnir í Vági fingu at síggja sunnudagin. Eitt mál kom í dystinum, og tað átti Skála.

Dysturin millum VB/Sumba og Skála hevði lítlan og ongan týdning. VB/Sumba hevði ongan møguleika at bjarga sær yvirliving í Formuladeildini, meðan Skála hvørki kann vinna heiðursmerki ella hevur møguleika at flyta niður.


Pætur sigursharri

Tað var als ikki talan um nakað flott fótbóltsspæl á Eiðunum. Fríska lotið darvaði eisini, og alt í alt var talan um ein rótutan dyst. Ikki vóru nógv gjøgnumførd álop, og málmøguleikar vóru sera fáir.

Og málið, sum Skála fekk í 10. minutti, kundi heldur ikki teljast sum ein málmøguleiki. Pætur Dam Jacobsen hevði bóltin í høgru síðu, og tað var líkt til, at tað var eitt innlegg, sum sneiddi sær í netmeskarnar til hálvleiksúrslitð.


Vindurin vaks

Seinni hálvleikur líktist nógv fyrra hálvleiki. Eisini her vóru fáir málmøguleikar, men størsta møguleikan átti uttan iva innskifti Óbi, sum kom púra fríður móti málinum, men misnýtti. Skála var omaná meginpartin av seinna hálvleiki og bæði kundi og burdi havt skorað eitt mál afturat.

Einki mál kom afturat í hesum heldur rótuta dysti, og Skála fekk hóast alt trý uppiborin stig.

Við sigrinum togaði Skála seg uppá sætta plássið í Formuladeildini, meðan VB/Sumba mest sum er farið í tómgongd í botninum.





- Heiðurin at spæla fyri

Tað má vera tungt at fara á vøllin at berjast í 90 minuttir uttan kunna broyta nakað á stigatalvuni. Júst soleiðis hevði VB/Sumba tað, men á vøllin fóru teir sjálvsagt.

- Vit høvdu heiðurin at spæla fyri. Tað er altíð gott at veitra farvæl á ein góðan hátt, sigur liðskipari hjá VB/Sumba, Dan Djurhuus.

- Av tí at vit eru fluttir niður, lá einki trýst á okkum undan dystinum. Vit skuldu bara inn at spæla fótbólt, sigur Dan og leggur afturat, at ætlanin er at flyta upp aftur komandi kappingarár.



- Vit vóru nógv betri

Bogi Gregersen hjá Skála er ikki bangin at gera sína greiðu niðurstøðu av dystinum í Vági sunnudagin.

- Vit vóru nógv betri enn teir. Í nógva vindinum kundu vit koma undir trýst í deyðbóltsstøðum, men høvdu stóru møguleikarnar og skoraðu, sigur Bogi.

- Vit kunnu spæla nógv meira frítt, hava ongar nervar áðrenn dyst, men spæla sjálvandi fyri at vinna, sigur Skála-framherjin um støðuna, har teir hvørki kunnu vinna heiðursmerki ella flyta niður.