GERÐIN hjá umrødda tingmanni er fullkomiliga óhoyrd. Tað undrar okkum eisini, at tað ikki varð talað at frá formansstólinum, men helst kom hetta heilt óvart á Vilhelm Johannesen, sum tá røkti formansstarvið. Eftir okkara tykki átti hesin tingmaðurin bókstaviliga at fingið tað reyða kortið. Slík vanvirðing fyri tinginum, slík foragt fyri demokratiinum og fyri lógliga arbeiðinum hjá øðrum flokkunum átti ikki at staðið óátalað.
UMRØDDA gerð er sambandsflokkinum til lítlan sóma. Er nakað veiggj í formanni floksins, so gevur hann tinginum og Føroya fólki eina umbering vegna tingmann sín. Og haraftrat eigur hann at geva tingmanninum eina harða átalu.
AT skræða eitt lógaruppskot á tingsins røðarapalli má eisini sigast at vera tekin um desperatión. Sjálvandi hava tingmenn loyvi til at verða ósamdir og halda lítið um ávís uppskot. Men ein tingmaður hevur ongan rætt til at skræða eitt uppskot, ið annar flokkur hevur lagt fyri tingið. Hetta er í veruleikanum so langt úti, at tekur sambandstingmaðurin ikki sjálvur stig til at koma við eini umbering, so eigur tað at fáa fylgjur fyri hann.
ANNARS má sigast, at sambandsflokkurin í nýggja vágatingmanninum hevur fingið enn ein ótrúliga konservativan tingmann. Kanska tað er best so, tí tá er tað í røttum sambandsanda. Tá vita vit, hvar vit hava flokkin. Hinvegin vóru vónir eitt skifti um, at flokkurin eitt nú við táverandi tingmonnunum Bjørn av Heygum og Finnboga Arge hevði fingið ta neyðugu endurføðingina, soleiðis at hann kundi virka meira konstruktivt í tí politiska arbeiðinum. Eftir at hava hoyrt umrødda vágatingmann og fyri tað eisini fleiri aðrar av hansara fylgisneytum, so er lítið gott í væntu av sambandsflokkinum, nú vit eru við at fara inn í eitt nýtt ártúsund.
AT málgagnið hjá sambandsflokkinum í sínum oddagreinum umboðar júst somu afturhaldssinaðu sjónarmið sum vágatingmaðurin og onnur av hansara slag er eisini nakað, sum mong hava bitið merki í. Tann viðgerð, sum fullveldismálið hevur fingið í leiðarunum í Dimmu er undir alt lágmark og minnir ikki sørt um ta óvirðiligi og ódemokratisku viðferð, sum vágatingmaðurin gav málinum á tingi. Oddagreinarnar í Dimmu eru oftani so afturhaldsinnaðar - ja so ekstremt sambandskar, at tú ivast í, um hetta veruliga er eitt av landsins størstu bløðum.









