Ofta hava vónirnar í Runavík verið stórar, men fram til í ár hava hesar tó ikki hildið allan vegin. Tí hóast NSÍ støðugt hevur verið millum fremstu liðini í skjótt nógv ár, so hevur FM-gullið enn ikki vunnið veg fram til vespurnar.
Tað eru tó ábendingar um, at 2007 kann gerast árið, har NSÍ loksins fær gullið. Ikki minst hevur liðið sýnt evni at vinna dystirnar, sum at kalla javnviga á vágskálini, og í so máta var talan um enn ein av slagnum á Sandi sunnudagin.
- Hetta gjørdist júst so trupult, sum vit óttaðust. Vit upplivdu longu í fyrsta dystinum í ár, hvussu sterkt B71 er, men at talan mest sum gjørdist um kopi av tí dystinum, vardi okkum sjálvandi ikki, sigur Óli Hansen.
Spurdur, hvør orsøkin er, til at NSÍ brádliga er farið at toga marginalarnar í sín part, heldur Óli, at orsøkin fyrst og fremst er venjingarstøðan.
- Eg haldi, at vit í ár eru betri fyri. Tað hevur heilt víst verið ein fremstu orsøkunum til, at vit einar 3-4 ferðir hava megnað at koppa dystum til okkara fyrimun móti endanum. Og tá so er, so fært tú sjálvandi eisini trúnna uppá, at tað kann eydnast.
At tosa um onnur úrslit, plagar ikki at vera góður fótbóltssiður. Men tað skerst ikki burtur, at Óli Hansen heldur úrslitið í Gundadali kom væl við.
- Tað var í øllum førum rættiliga óvæntað, og tað leggur upp til eitt ordiligt brak komandi vikuskiftið. Tað er ein dystur, sum vit gleða okkum til, men tað verður so avgjørt ikki nøkur løtt uppgáva, tí B36 hevur eitt serstakliga sterkt lið.
Og eru fólk á Runavíkar-leiðini spakuliga farin at tosa um FM-møguleikan?
- Nei. Í øllum førum haldi eg, at tær vónirnar sum so eru rættiliga dempaðar mótvegis okkum spælarum. Eg veit ikki, um áskoðararnir eru vónbrotnir ov ofta, men vit kenna tað so ikki, sum liggur nakað trýst á okkum í so máta. Vit taka ein dyst í senn, og so mugu vit síggja, hvussu langt tað fer at røkka, sigur Óli.