Hoyvíkingar lagt seg á odda

Hondbóltur: H71 kom aftur á rætta kós mikukvøldið, tá teir vunnu 26-18 á Neistanum, sum nú er komin »niður á jørðina aftur« eftir góðu byrjanina

Eftir ósigurin móti KÍF reisti H71 seg væl og virðiliga móti Neistanum mikukvøldið. Hoyvíkingar vunnu 26-18, og eftirsum Kyndil samstundis tapti á Skála, merkti tað, at H71 nú er á odda í 1. deild, ájavnt í stigatali við VÍF og Kyndil.

Munurin var annars ikki so stórur fyrr enn nakað inn í seinna hálvleik. Hoyvíkingar hildu nøsina framman fyri allan dystin, men munurin var ikki so stórur, og tá H71 móti endanum av fyrra hálvleiki hótti við at fara frá Neistanum, fingu teir bláu upp á tríggjar minuttir minkað munin frá 8-11 til 10-11, áðrenn Anfinn Debes fekk seinasta málið í fyrra hálvleiki, sum sostatt endaði 12-10 til H71.

Í byrjanini av seinna hálvleiki var ikki nógv sum bendi á, at munurin fór at økjast tað stóra, men so fór at ganga av skriðuni hjá Neistamonnum. Bóltarnir blivu tveittir burtur, og H71 dusaði sær við kontraspælinum fram til teir skjótu Jákup Símun Simonsen og Finn Hansson, sum vísti, at hann kanska er júst tann maðurin, hoyvíkingar saknaðu í teimum fyrstu dystunum, tá hann var leikbannaður. Tann yngri av íslendsku feðgunum hjá H71 skeyt 9 mál og setti pápan, sum vanliga er tann stóri málslúkurin, til viks. Hans Guðmundsson skeyt bert fýra mál hesaferð, men tað var heldur ikki neyðugt við fleiri.

Í dystinum móti Kyndli herfyri var Neistamálverjin Bogi Henriksen besti maður á vøllinum, men mikukvøldið stóð hann í skugganum av Jens Skipagøta, sum hevði fleiri góðar bjargingar.

Vit hava fyrr nevnt, at H71 í Jens Skipagøta og John Hera Dam hevur tveir frálíkar málmenn, og slíkir eru sum kunnugt teir, sum kunnu vera munurin millum sigur og tap.

Tað er helst ov nógv sagt, at Jens bjargaði H71 sigurin mikukvøldið, men hann tók nógv miðskeiðis í seinna hálvleiki og var ein av fremstu orsøkum til, at H71 tá megnaði at sleppa frá Neistamonnum, sum blivu stressaðir í álopsspælinum.

Hjá Neistanum skutu Kári Mortensen og Karl Oddmar Rasmussen fimm mál í part, men í seinna hálvleiki fekk Neistin bert átta mál tilsamans.

Nú er lagt upp til eitt brak, tá H71 sunnudagin skal á vøllin móti Kyndli.