Í dag fer altjóða mannarættindafelagsskapurin Amnesty International undir eina herferð móti brotum á og tørvin á mannarættindum í heimsins mætasta landi, USA. Undir yvirskriftini ?USA brúka mannarættindini sum sjálvtøkuborð? fer Amnesty undir eitt átak, hvørs endamál er at bøta um mannarættindini í USA og at skapa størri virðing fyri hugsanini um altjóða mannarættindi í landinum.
FØROYSKA deildin av Amnesty, sum altíð hevur verið ómetaliga virkin og hevur gjørt eitt sera stórt arbeiði, ger eisini í hesum málinum nógv burtur úr. Og í tí sambandinum eru føroysku bløðini eisini eina týðandi uppgávu sum formidlari av upplýsingum. Sosialurin fer frá í morgin at fylgja við hesum álvarsmáli. Vit fara at leggja fram fyri okkara lesarar tvs. alt Føroya fólk tilfar, sum snýr seg um syndarligu støðuna í USA, tá tað viðvíkur tað mest grundleggjandi í tilveru okkara, nevniliga mannarættindi. Vit leggja fyri í mikudagsblaðnum.
HVÍ tá gera so nógv burtur úr einum slíkum máli kundi verið spurt? Vit mugu ikki gloyma, at júst USA er landið, sum so mong av okkum brúka sum fyrimynd fyri idealsamfelagið. Her kunnu øll koma røkka tindunum, tí tey her ræður frælsi, demokrati og frítt initiativ. Her kann hvør einstakur brúka síni evni og røkka langt. At amerikanarar sjálvir brúka heitið ?Gods own country? um sítt egna land sigur kanska heldur ikki so lítið. Spurningurin er bara, um hetta veruliga er Guds egna land. M.a. tað fer Amnesty við síni upplýsingarherferð at greiða frá.
TAÐ er umráðandi at gera sær greitt, at slík herferð hevur ikki til endamál at ?hongja? tann vanliga amerikanaran út sum vittuggi ella bartrog. Tað er teirri ómenniskjanligu og órættvísu skipan, sum í mongum førum er galdandi í landinum, sum lagt verður eftir og roynt verður at bøta um. Taka vit t.d. tey mest grundleggjandi mannarættindini sum hetta at duga at lesa og skriva, at fáa tak yvir høvdið, at fáa hjálp undir sjúku osfr., so liggur USA ljósár aftanfyri eitt nú Norðurlond. Eitt land, sum vil vera heimsins undangonguland, kann ikki loyva sær at hava mannarættindi sum sjálvtøkuborð. Tað er uppgávan hjá ikki bert Amnesty men eisini framkomnum londum sum teimum Norðurlendsku at rópa varskó og vera við til at bøta um mannarættindini í USA. Mikudagin hava vit fyrstu greinina um USA og mannarættindi.