Fríggjakvøldið var Mentanarnátt hildin í Havn. Av tí at Tórshavnar kommuna í ár hátíðarheldur sín 100 ára føðingardag, var eyka nógv gjørt burturúr Mentanarnáttini hesa ferð. Skráin var pakkað við á leið 100 tiltøkum, ið fevndu um túnabólt, konsertir, listaframsýningar, útferðir, gongutúrar og øðrvísi upplivingar, so sum at Amtmansgarðurin var alment opin, og ein rundferð var við frásøgufólki í gamla kirkjugarði.
Gamli kommunuskúlagarðurin var gjørdur um til ein lítlan vøll, har túnabóltur var spældur gjøgnum dagin. Tað var við luttøku av gomlum kempum, so sum Kaj Leo Johannesen, Una Arge, Eli Hentze og Páll á Reynatúgvu. Hetta vísti seg at vera væl umtókt, líka sum handanin av riddarakrossinum, sum punkarnir úr 200 lótu. Tveir riddarakrossar vóru latnir undir Bryggjubakka. Ein fór til Magna Laksáfoss, og hin til Hergeir Staksberg. Báðir tóku riddarakrossin við einum smíli, og serliga tók Magni Laksáfoss tað við skálkinum, og bjóðaði 200 við á familjuskótalegu á Selatrað.
Frálíka veðrið gav høvi til at ganga og mala í havnargøtum, hyggja inn á gólvið til framsýningar hjá ymsu listafólkunum, at ogna sær bílig klæðir á endurnýtslusølu, njóta ein góðan bita, ein kaffimunn og hvat ein annars kann ynskja sær av tilboðum í hugnaligu havnagøtunum.
Dagurin var var rundaður av við tiltaki, sum Kunningarstovan í Havn skipaði fyri. Smáar heitluftsballónir vóru sendar upp í luftina frá Vaglinum, sum tóku seg so yndisliga út saman við bláa himmalinum, og var tað nakað, ið ikki er sætt í Føroyum fyrr. Júst sum Kunningarstovan lovaði. Hvat viðvíkur innandura tiltøkunum, endaði SIC kvøldið við at vísa hvat bólkurin hevði arbeitt við, síðan hann fyrr í ár fekk til uppgávu at gera lag til eina upptøku av biltúri gjøgnum Havnina, sum Landsverkfrøðingurin gjørdi í 1977. Hendan framførslan lokkaði so mikið nógv fólk í Tjóðpallin, at flestu okkara máttu taka til takkar við einum plássi í túninum. Og tað var ivaleysa hart.
Mentanarnáttin var at samanbera við ólavsøku, og var havt á munni, at talan var um lítlu ólavsøku. Illa ber til at seta tal á hvussu nógv fólk vóru í gøtuni hetta kvøldið og náttina, men góða lagið og veðrið gjørdu uttan iva sítt til at smíl sást flestu varrum hesa lítlu ólavsøku.