Tað eru í summar liðin seks ár síðani, at vit í Føroyum fingu nýggja rúsdrekkalóg, sum bæði gav loyvi til sølu av rúsdrekka í Føroyum og loyvi hjá matstovum og ølklubbum at skeinkja sterkt. Føroyingar [...] staðfesta, at nú vendst ikki aftur - rúsdrekkasøla í Føroyum er komin fyri at vera. Broytingar í rúsdrekkalógini í framtíðini fara helst at snúgva seg um skeinkiloyvini. Skipanin við rúsdrekkasøluni virkar [...] fleiri skeinkiloyvi í Tórshavnar kommunu. Men samstundis vita vit, at fólk fara ikki at drekka minni bara við at nokta fleiri skeinkiloyvi. Vit kunnu staðfesta, at drykkjumynstrið í Føroyum er broytt seinastu
umboð í altjóða ítrótti ? okkara fótbóltslandslið ? skal í komandi viku aftur í eldin. Dysturin móti Estlandi í Talinn verður fyrsti týðandi dystur hjá landsliðnum síðani frálíka góða avrikið niðri í Spania [...] Spania 11. oktober í fjør, og møguleikarnir fyri einum góðum úrsliti skuldu so avgjørt verið til staðar. FØROYAR hava spælt móti Estlandi einaferð fyrr. Tað var í Tartu í fjørsummar, og tá vunnu okkara 2-0 [...] fótbóltsútisetar tykjast vera í í løtuni, skuldu fortreytirnar fyri einum líknandi úrsliti verið til staðar. HETTA summarið verður sum heild nógv merkt av fótbólti. HM-kappingin í Fraklandi byrjar fyrsta dagin
føroyingum á møti í sjálvstýrismálinum og er sinnað til at fáa loyst skuldarspurningin so ella so. Danmark hevur ongan áhuga í at hava leiklutin sum hjálandaveldi mótvegis Føroyum sigur Lykketoft í samrøðu við [...] føroyingar og danir semjast um nakað, sum gagnar í fyrsta lagi Føroyum, sum er vorðið snýtt í bankamálinum. Hinvegin eru tað danir, sum hava tikið um endan í skuldarspurninginum, og tí er tað greitt, at her [...] tað var í flestu førunum, tá landsstýrini fóru til Danmakar at samráðst fyrst í 90-unum. SJÁLVANDI hevur tað týdning fyri Føroyar at verða reinsaður í bankamálinum og at fáa uppiborið endurgjald. Í hesum
fara í gongd aftur við samráðingarnar, møguliga gera enn eina roynd á embætismannastøði og møguliga tengt at eini politiskari vitjan í Bretlandi. Tað er eingin loyna, at oljuídnaðurin í Bretlandi í løtuni [...] tvørturímóti, at bretar fóru í baklás. Síðani er tað hent, at danski forsætisráðharrin hevur boðið sær at mekla og í januar bað táverandi løgmaður Edmund Joensen Poul Nyrup Rasmussen fáa í lag fund á hægsta politiska [...] stóra ávirkan á tey fáu fólk har búgva, uppá gott og ilt. Vit eru í umleið somu støðu í Føroyum. Her er eisini talan um eitt nýtt øki, sum verður mett at kunna goyma stórar oljukeldur. Her er talan um
um, at javnaðarflokkurin virkin fer við í arbeiðið at skapa Føroyum størri sjálvstýri. Uppgáva hansara verður at geva sítt íkast til, at rikni politikkurin verður í tráð við tað,ið eitt fleirtal av fólkinum [...] urin serliga verður við í teimum samráðingum, sum skjótt skulu vera við stjórnina. HÓAST vit í prinsippinum halda tað vera skeivt við so nógvum landsstýrismonnum, kann hetta í ávísan mun forsvarast, tá [...] fólkinum ynskir. Vónandi fer nýggi ráðharrin í sjálvstýrismálum saman viðløgmanni eisini at virka samb. andanum í stýrisskipanini og taka andstøðuna viðí arbeiðið.Skal álit skapast, má landsstýrið eisini loyva
flokkar í veruleikanum einki at samstarva um. Og hvat verri er, er, at ein samgonga, sum byggir á slíkt misálit innanhýsis, hon kann gerast Føroyum dýr. Tað er neyvan heldur nøkur loyna, at kreftirnar í fó [...] komið so langt sum at samgonguskjal er skrivað og undirskrivað. Hetta er so støðan í skrivandi løtu, men vit ivast ikki í, at ein ella onnur loysn verður funnin. Eftir okkara tykki ber fólkaflokkurin seg [...] tað var tá fólkaflokkurin kom upp í seinastu samgonguna. Tá kravdi hann fíggjar- og fiskivinnumálini, og so bangin var Edmund, løgmaður, at hann ofraði partamann sín í Vágum fyri at ganga ultimativa kravi
húsið hevur verið karmur um. Stjórin í Norðurlandahúsinum sigur, at hann er vorðin so góður við hetta landið. Hann og undanmenn hansara skulu vita, at vit í Føroyum eru vorðin so góð við alt tað, sum m [...] til at gróðurfesta í tað sinni føroyinga. Hetta er eisini nakað við sætt demokrati at gera. Tað eiga tit tøkk fyri. Nú vit fara inn í eina nýggja øld eiga vit sjálvandi eisini at hyggja í bakspeglið og spyrja [...] enn at finnast at og vera negativ eiga vit í felag, Føroya fólk saman við núverandi og komandi nevnd, stjórum og starvsfólkum í Norðurlanda-húsinum, at fáa í lag orðaskifti um, hvussu karmurin kann fyllast
taparin, farið í andstøðu. Og sama við smáu flokkunum. Tíðin er komin hartil, at eitt landsstýri, sum skal føra Føroyar trygt, væl og virðiliga inn í næstu øld, byggir á ein tryggan meiriluta í fólkinum. Tað [...] NÚ má brótast upp úr nýggjum í føroyskum politikki. Snævurskygdur partapolitikkur, persónligt agg og trongskygni mugu víkja fyri eini felags roynd at fáa Føroyum og føroyingum ta besta og mest breiða stýri [...] virka undir - er ein stór og breið samgonga so týdningarmikil. Kollveltandi broytingar í fiskivinnuni og at fóta sær í marknatrætu og eini oljuvinnu eru so álvarsligar avbjóðingar fyri Føroyar, at her mugu
gjørdar í Føroyum, við stuðuli frá Fróðskaparsetrinum og Miðnámsskúlum, hava verið rættiliga álítandi. VELJARAKANNINGIN vísir okkum, at føroyingar vilja hava teir gomlu stóru flokkarnar aftur í hásæti. [...] endaspurturin, sum fer at avgera valið. Og her er tað vert at leggja sær stóra valfundin í Norðurlandahúsinum týskvøldið í geyma. Hesin fundurin kann vera við til at avgera valið, nú tað stendur so tætt millum [...] TAÐ verður eitt ómetaliga spennandi val hósdagin vísir veljarakanningin, sum Miðnámsskúlin í Suðuroynni hevur gjørt fyri Sosialin. Allir teir stóru flokkarnir liggja stavn um stavn, nú bert tríggjar dagar
stinga út í kortið, hvar í landinum hon skal vera. Skal tað vera vinnan sjálvan - kapitalurin - sum ger av einaferð med alla, hvar henda útgerðarhavnin skal vera - ella skal politiski myndugleikin í Føroyum [...] til og ikki bert ríkismálini, soleiðis sum formenninir í javnaðarflokkinum og tí kristiliga flokkinum eisini vóru samdir um á veljarafundi í Vágum í farnu viku. Valið komandi er tí bæði ein spurningur um [...] ikki nógv klókari ella ríkari við sendingini í sjónvarpinum um vinnumálini. Spurningurin er um ikki hesin formurin fyri journalistiskari valsending hóskar betur í útvarpsmiðlinum. Tað er líkasum, at tú festir