m, eru ein landsuppgáva. Vit fylgja donskum mynstri, har barnagarðar enn eru ein partur av sosialmálum. Barnagarðar vera riknir sambært barnaforsorgarlógini, sum er ein donsk fólkatingslóg, men nú vit [...] kortið, hvat innihaldið skal vera í barnagørðum. Eins og tað er ein sjálvfylgja, at vit bjóða øllum børnum skúlagongd, har vit bjóða teimum lærdóm og menningarmøguleikar, eigur hetta at vera líka sjálvsagt [...] vit hava yvirtikið umsitingina, skulu vit gera okkara egnu lóg. Latið okkum vísa tað virðing fyri børnunum, og fyri okkum sjálvum, at vit í lógarteksti ikki bert bjóða teimum ansing. Tjóðveldisflokkurin vil
einasti veruligi arbeiðara- og fiskimannaflokkur er okkara flokkur. Tað eru í dag fleiri flokkar, sum vilja tilleggja sær, at teir eru verjan av vunnum rættindum, men tað er ikki so. Ein og hvør atkvøða til [...] forfedrar tykkara bardust fyri. Javnaðarflokkurin er verjan og tryggleikin, og ongantíð meira enn nú hava vit brúk fyri einum sterkum javnaðarflokki, tí tað vísir seg týðuliga, at tað fer ein fráflytan fram [...] teimum, sum búgva her, teir somu møguleikar, sum fáast á miðstaðarøkinum. Vit hava útbúgvingarmøguleikar, men tað er ikki nóg mikið. Vit skulu fremja skúlamál soleiðis, at tað eisini verður møguleiki at halda
lurta við hálvum oyra, men nú er nóg mikið. Eg haldi ikki, at tað er gingið upp fyri politikararunum, at tað eisini eru onnur virðir enn fiskur og tílíkt - tó at tað eisini eru mál, sum tú skalt hava vitan [...] Spurd hví hon nú stillar upp, sigur Bjørghild Djurhuus, at konufólk oftast hava hug at bera seg undan, tá heitt verður á tær. Tað var eisini tað fyrsta eg hugsaði,men so gjørdi eg av, at nú skuldi tað vera [...] politikarar og aðrir tosaðu um á slíkum fundi, men ferðin var ikki væleydnað. Eg var ikki meir enn komin inn um gáttina, tá ein eldri maður kom ímóti mær og rak meg á dyr. - Hetta er ikki fyri óvitar, segði
Tað sýnist sum at tað eru so nógv mál, ið eru vorðin stórmál undan hesum valinum, at tú hevur ilt við at síggja skógina fyri berum trøum, sum tikið verður til. Eg skal her tríva í eitt mál, sum líkasum [...] Løgmaður valdi at siga nei takk tá og biðjur nú ístaðin um fund við Blair stutt - áðrenn val skal vera í Føroyum. Ein sera margháttlig timing má sigast. Vit føroyingar hava brúk fyri góðum samstarvi við [...] líkasum er dottið niðurímillum, nú tosað bara verður um loysing og samband, bankaskuld og uttanlandsskuld. Tað er ósemja okkara við bretar um markið. Eg havi fylgt væl við í hesum máli, serstakliga í Sosialinum
tónleikapallinum vit sleppa at síggja hann hesaferð. Svensk endurtøka Á fyrsta country-festivalinum í 1996 var ein svenskur bólkur við, sum kallast Tomboola Band og teir koma nú aftur. Teir eru sera væl umtóktir [...] við, men tað verða partar av teimum. Føroyska íkastið á festivalinum eru Árni & Marner Andreasen og Ragnar úr Vík. Árni og Marner eru heimskendir í Føroyum úr bólkinum Black Birds. Teir hava ferðast nógv [...] teimum víðagitnu Everly Brothers og sum sagt verður í tíðindaskrivinum frá fyrireikarunum eru teir raskri tá teir eru á pallinum. Ragnar úr Vík spælir vanliga í dansibólkinum Bacon. Eisini teir erru heimskendir
reistir um dygdina og góðskuna á matinum, vit dagliga eta. Er tað ikki salmonellaraktir høsnarungar ella hækkikjøt fult í bakterium, er tað onkur onnur matvøra, og nú standa eggini fyri skotini. Men hesa ferð [...] til. Tað eru fjølmiðlarnir, ið hava gjørt hetta til eitt stórmál og nakrir politikarar hava tikið tað til sín, fyri at gera vart við seg. Veruleikin er, at evnið er eitt natúrligt litevni, sum vit fáa í okkum [...] okkum, tá ið vit eitt nú eta nøkur sløg av skeljadjórum. Tað er eisini í bikarsoppum, í plantum, sum høsn, ið ganga frítt úti í náttúruni eta. Búrhøsn mugu fáa evnið á annan hátt og tí verður tað latið
nætur. Komin á oynna hildu vit beina leið til kendasta vatn á oynni, Lake McKenzie. Vit høvdu sæð myndir av tí áðrenn, men tær sóu so óveruligar út, at vit máttu fara at kanna hetta nærri. Sum vit komu hoppandi [...] Har sóu vit so sólina fara niður aftan fyri oynna, við tí úrsliti, at vit máttu seta telt upp og gera mat í bølamyrkri! Men so hava vit roynt tað. Meðan vit sótu og ótu í myrkrinum hoyrdu vit dingo'ir [...] Nú vóru longu tríggjar vikur farnar av okkara seks vikum í Australia, og vit vóru enn heilt har norðuri. Nú fór tað at ganga eitt sindur skjótari. Á veg suðureftir vid Oz-bussinum "millumlendu" vit í Airlei
hoyrdi eg, at orsøkin ivaleyst er tí, at hesi fólkini eru farin út um landoddarnar at vinna sær kunnleika og víðka tann musikalska sjónarringin enn meira. Nú vóru tey so aftur og spældu fyri føroyingum saman [...] hesir tónleikararnir eru mentir seinastu tíðina. Varðar á leiðini Musikkskúlin og gamla stórbandið í Havnini hava skapt varðar, og verður hildið áfram at laða eins væl, kunnu vit koma langt. Á mál kemur [...] tangentunum sluppu vit eisini at hoyra, tá hann sessaðist við tangentarnar. Hetta stóð ikki í skránni, og heldur ikki vildi hann siga, hvat hann ætlaði at spæla. Men eftir einari løtu hoyrdu vit, at hetta vóru
tulkurin skuldi vera við, tá vit skuldu út á bygdirnar at vitja. Eg havi búð á betri hotelli, má eg siga. Men í mun til, hvat mær var sagt, áðrenn vit komu niður, var hotellið, vit búðu á, rættiliga gott. Reint [...] at ferðast varð mestsum upp og niður, tíðarmunurin er bara tveir tímar úr London, vóru vit rímuliga væl fyri, tá vit lendu í Afrika. Fryntligt fólk Eg kendi meg hjartaliga vælkomnan longu frá fyrsta handataki [...] burtur, hvørja ferð, farið varð út eftir skýming. Ørðvísi guðstænasta Vit komu til Lilongwe leygardag seinnapart.Og av tí, at vit vitjaðu kirkjuligar felagsskapir, var sjálvsagt, at sunnudagurin byrjaði
M.a. eru heimahjálpirnar misnøgdar við, at tær eru ov bundnar at FA. T.d. noyðast heimahjálpirnar í verkfall og arbeiðssteðg, hvørja ferð FA tekur støðu til tað. Og tað halda vit ikki at vit kunnu uttan [...] uttan víðari, tí vit hava við menniskju at gera og tí eiga vit at vera serliga varin, áðrenn vit fara í verkfall, ella annars leggja arbeiðið niður. Nú heimahjálpirnar fara úr FA, er støða ikki tikin til [...] Vit betala ov nógv, men vit fáa ov lítið burturúr. Tað er ein høvuðsorsøkin til, at heimahjálpirnar nú venda Føroya Arbeiðarafelag bakið. Í 1985 meldaði Heimahjálparafelag seg uppí Føroya Arbeiðarafelag