Leygardagin 2. mei verður country festivalur í Havn.
Í longri tíð ljóðaði at heimskenda amerikanska songkvinnan Skeeter Davis skuldi verða við á festivalinum, men orsakað av ringari heilsu hevur hon givið avboð.
Men festivalurin verður ikki avlýstur fyri tann skuld og góðskan verður ikki stórt verri heldur.
Talan verður um ein festival, har bæði føroyskir og útlendskir tónleikarar verða við.
Black Birds og Bacon
Nei, teir bólkarnir verða ikki við, men tað verða partar av teimum.
Føroyska íkastið á festivalinum eru Árni & Marner Andreasen og Ragnar úr Vík.
Árni og Marner eru heimskendir í Føroyum úr bólkinum Black Birds.
Teir hava ferðast nógv í Føroyum og munnu hava spælt til dans í hvørjum króki í Føroyum.
Á festivalinum fara teir at spæla løg eftir teimum víðagitnu Everly Brothers og sum sagt verður í tíðindaskrivinum frá fyrireikarunum eru teir raskri tá teir eru á pallinum.
Ragnar úr Vík spælir vanliga í dansibólkinum Bacon.
Eisini teir erru heimskendir í Føroyum, og á festivalinum fer hann at framføra løg eftir Hank Williams.
Danskur amerikanari
Útlendingarnir á festivalinum verða Tamra Rosanes, sum er úr Amerika, men býr í Danmark, Billy Swan úr Amerika og Tomboola Band úr Svøríki.
Tamra Rosanes er sum nevnt úr Amerika, men hevur í nógv ár búð í Danmark, har hon hevur frískað upp á countrypallinum.
Hon er sera nógv vird sum countrytónleikari í Danmark, og hevur m.a. fingið ein Grammy fyri bestu útgávuna í 1993. Tað var fyri plátuna »Footloose«.
Seinasta útgáva hennara eitur HCountry Roots« og á henni leitar hon aftur til røturnar í country-tónleikinum.
Henda útgávu hevur fingið góða umtalu, so tað verður spennandi at Tamru Rosanes.
Billy Swan er úr Amerika. Hann hevur fingist við »rockabilly« og country tónleik alt lívið og hevur harumframt eisini fingist við sjónleik.
Hann ger tónleik sjálvur, ikki bara til sín sjálvs, eisini til aðrar kendar menn.
Hann hevur gjørt løg til Elvis Presley, Jerry Lee Lewis, Shakin Stevens og Waylon Jennings.
Kendastu løgini hjá Billy Swan eru »Lover Please« og »I Can?t help«.
Sum nevnt tekst hann eisini við sjónleik. Hann var við í filminum »Wild at Heart« og tað sigst, at hesin filmurin hevur fingið kultstatus.
Men tað verður á tónleikapallinum vit sleppa at síggja hann hesaferð.
Svensk endurtøka
Á fyrsta country-festivalinum í 1996 var ein svenskur bólkur við, sum kallast Tomboola Band og teir koma nú aftur.
Teir eru sera væl umtóktir bæði í Svøríki og Danmark og verða mettir sum ein av allarbestu countrybólkum í Norðanlondum.
Tá Charlie McCoy & The Jordanaires brúktu bólkin til konsertir teirra, kom rættilig ferð á.
The Jordanaires eru mest kendir frá Elvis-tíðini, og tað var góð reklama fyri Tomboola Band.
Aftaná hava fleiri aðrir kendir tónleikarar eisini brúkt bólkin til konsertir, teirra millum er Tamra Rosanes.
Tombolla Band eru ikki tónleikarar burturav, men hava tónleikin sum ítriv við siðuna av teirra dagligu størvum.
Tað sær tó ikki út til at bila, tí higartil eru teir kendir, sum besti country bólkur í Norðanlondum.
Leygarkvøld ístaðin
fyri mikukvøld
Fyrstu tvey árini var festivalurin mikukvøld, men í ár verður roynt við leygarkvøldið.
Fyrireikararnir siga orsøkina verða, at teir á henda hátt vilja geva fleiri møguleikan at vera við.
Hotel Føroyar hevur serligt tilboð í samband við festivalin, og tí vóna fyrireikararnir at fólk verða í góðum hýri, tá festivalurin byrjar klokkan 21.00 leygarkvøldið 2. mei.
Atgongumerkjaprísurin er lægri í ár enn hann var seinasta ár.
Tá kostaðu tey 250 krónur, men í ár kosta tey 170 krónur.
Atgongumerkini verða seld kring alt landið.
Tað er F.C. Music & Management, sum skipar fyri Country Festival 1998.