Barnakor er ein landsuppgáva, tí má løgtingið stinga út í kortið, hvat innihaldið skal vera í barnagørðum.
Eins og tað er ein sjálvfylgja, at vit bjóða øllum børnum skúlagongd, har vit bjóða teimum lærdóm og menningarmøguleikar, eigur hetta at vera líka sjálvsagt hjá teimum smáu børnunum.
Eins og tað er ein sjálvfylgja at hava ein fólkaskúla, skal tað í framtíðini verða ein sjálvfylgja, at samfelagið kann bjóða øllum børnum undir skúlaaldur ein fólkabarnagarð.
Barnapolitikkur eigur at vera ein sjálvsagdur partur av mentamálum.
Men góðir barnagarðar tæna ikki bara børnunum.
Góðir barnagarðar geva eisini kvinnunum møguleika at luttaka í arbeiðslívinum uttan tann ampa fyri børnunum, sum nógvar kvinnur hava í dag, tí tær mugu til arbeiðis við hálvum, tilvildarligum og óstøðugum loysnum við børnunum. Tá verður tað mangan, at bæði maður og kona fara til arbeiðis við ringum tannabiti.
Góðir barnagarðar eru tí eisini trygdin fyri einum góðum vinnulívi, har foreldrini kunnu gera sítt arbeiði til fulnar uttan at hava ampa fyri børninum.
Tørvurin á barnagarðsplássum er stórur. Serliga hart leikar á í Havn. Her er mest at kalla kaos, og tað letur til, at landspolitikarar ikki taka spurningin í nó stórum álvara, og ikki halda tað vera sín trupuleika. Men møguleikarnir fyri útbyggjan, og orðingin av endamálinum við barnagørðunum, eru ein landsuppgáva.
Vit fylgja donskum mynstri, har barnagarðar enn eru ein partur av sosialmálum.
Barnagarðar vera riknir sambært barnaforsorgarlógini, sum er ein donsk fólkatingslóg, men nú vit hava yvirtikið umsitingina, skulu vit gera okkara egnu lóg.
Latið okkum vísa tað virðing fyri børnunum, og fyri okkum sjálvum, at vit í lógarteksti ikki bert bjóða teimum ansing. Tjóðveldisflokkurin vil vera trygdin fyri, at lógarkarmurin skal tryggja børnum í barnagørðum góðar menningarmøguleikar.
Og tá vit skulu bjóða børnunum menningarmøguleikar, eigur tað sjálvsagt at vera mentamál, og ikki sosialmál.
Tað snýr seg tí bæði um nóg mikið av barnagarðsplássum og um innihaldið og dygdina í barnagørðunum, bæði um húsarúmd og væl útbúgvin starvsfólk.
Í hesi stremban fer lutur tjóðveldisfloksins ikki at liggja eftir. Verið vís í tí.
Hildur Patursson,
valevni
Tjóðveldisfloksins