Eggjareyðin fyri skotum

? Tað eru fjølmiðlarnir, ið øsa fólk upp um litevnið E161g, sum verður latið í høsna- og laksafóður. Og onkur politikari sær tað sum ein møguleika at gera vart við seg. Ongin orsøk er at óttast E161g í eggjareyðum, sigur Bjørn Harlow, landsdjóralækni

Nógvir ivaspurningar verða í hesum døgum reistir um dygdina og góðskuna á matinum, vit dagliga eta. Er tað ikki salmonellaraktir høsnarungar ella hækkikjøt fult í bakterium, er tað onkur onnur matvøra, og nú standa eggini fyri skotini. Men hesa ferð er tað ikki vandamikla salmonellabakterian, ið er í nógvum donskum eggum, men evnið E161g. Hetta er litevni, ið verður latið í høsnafóður, so eggjareyðin fær ein vakrari lit.

Evnið E161g er góðkent til høsnafóður og laksafóður. Á fakmáli eitur evnið canthaxanthin og hóast tað ljóðar rættiliga kemiskt og ónatúrligt, er tað eisini til í náttúruni, í ávísum sløgum av skeljadjórum eitt nú. Canthaxanthin, ið verður brúkt í vørum og sólbrúnandi tablettum, verður tilevnað.


Í Fólkatingið

Orsøkin til, at E161g hevur vakt so mikla øsing í Danmark er, at tað verður mett at elva til ovurviðkvæmi. Málið er sambært nøkrum donskum politikarum so álvarsamt, at tað í næstum verður reist í Fólkatinginum.

Men Bjørn Harlow, landsdjóralækni, heldur ikki nakra orsøk vera at óttast.

? Eg dugi ikki at síggja, at støðan er so álvarslig, sum onkur vil gera hana til. Tað eru fjølmiðlarnir, ið hava gjørt hetta til eitt stórmál og nakrir politikarar hava tikið tað til sín, fyri at gera vart við seg. Veruleikin er, at evnið er eitt natúrligt litevni, sum vit fáa í okkum, tá ið vit eitt nú eta nøkur sløg av skeljadjórum. Tað er eisini í bikarsoppum, í plantum, sum høsn, ið ganga frítt úti í náttúruni eta. Búrhøsn mugu fáa evnið á annan hátt og tí verður tað latið í fóðrið. Natúrliga litevnið, sum er í gularótum, er av somu kemisku samanseting og tað er eisini í leskidrykkum, chipi og øðrum. Ov nógv øsing er komin í málið. Brúkararnir vilja hava vøkur gul egg eins og vakran reyðgulan laks, og tí verður litevnið tilsett, sigur Bjørn Harlow, landsdjóralækni.

Donsk egg verða eisini seld í Føroyum um enn í nógv minni mun enn fyrr. Nógv tey flestu eggini koma úr Íslandi. Sambært tølum frá Hagstovu Føroya vórðu í fjør 3.611.564 innflutt úr Íslandi, 1.431.359 úr Svøríki, 959.760 úr Finnlandi og 433.984 úr Danmark. Meginparturin av fóðrinum, ið føroysk høsn eta, kemur úr Danmark, meðan fóðrið, ið verður givið laksi, kemur úr Noregi. Íslendsku høsnini, ið verpa eggini, sum verða flutt inn til Føroya, fáa uttan iva eisini fóður við evninum E161g.

Men er ikki orsøk at vera fyrivarin um evnið elvir til ovurviðkvæmi?

? Eg havi ikki sæð nøkur tøl ella dømi, sum fáa ávaringarklokkurnar at ringja. Evnið kann elva til ovurviðkvæmi hjá serliga viðkvæmum, men tað er ein ógvuliga lítil trupulleiki. Trupulleikin er, at tá hetta natúrliga evnið fær eitt nummar ? E 161g ? so virkar tað so loyndarfult. Fólk halda, at eitt kemiskt evni er tað sama sum eitt eiturevni. Tey hugsa ikki um, at kemisk evni eisini verða brúkt í eini so vanligari vøru sum fransbreyði. At evnið hevur fingið eitt E-nummar, er fyri at gera tað lættari hjá teimum, ið brúka tað, sigur Bjørn Harlow.

E161g er alla tíðina undir eftirliti av ymsum stovnum. Fyrivarnið, ið hevur verið um hetta evnið, hevur ført við sær, at serfrøðinganevndin hjá ES hevur endurskoðað evnið, í fyrstu atløgu var loyvda nøgdin minkað til ymisk viðurskifti eru kannað nærri. Sum er er ikki loyvt at brúka E161g beinleiðis í eini matvøru, uttan einari, nevniliga »saucisses de Strasbourgh«, ein serligur rættur við pylsum. Hinvegin kemur evnið umvegis í matvørur. Á vørulýsingini á hesum vørum stendur ikki, at E161g er tilsett og tí hevur man sum brúkari ongan møguleika at síggja, um tað er har. Men sambært Bjørn Harlow er eingin orsøk at óttast.