letur upp og Eivør førir okkum longur. Gott lag, eisini í tyngra enda. Sorrig och Gledje. Kingo. Nú eru tey norðuri í Vík serfrøðingar í Kingo. Men neyvan hevði nakar annar tónleikabólkur gjørt Clickhaze [...] ein varði. Seinnu 3 løgini kenna vit frá Prix kappingini, Frozen Lullaby, Notes fram the Underground og so frálíka og vælkenda Indigo Brow, sum óivað ljómaði í oyrunum á mongum eftir prix finaluna. Heild [...] Upptøkur eru gjørdar í Lundgaard Studios, í Jac-Zak, har Niclas Johannesen við pultin og í Norðurlandahúsinum við Finni Hansen við knøttarnar. Óli Poulsen ljóðblandaði. Til ber eisini at hyggja inn á síðuna
undan hálvleiki. Vit løgdu væl fyri, og hóast tað ikki allan 1. hálvleik var so sannførandi, so vóru vit heilt væl við. Men eftir hvíldina var tað eingin ivi. Tá spældu vit væl verri, enn vit høvdu gjørt, [...] hesa ferð. Hvussu komu málini? – Tað fyrra var bara lítla løtu eftir, at eg var komin á vøllin. B68 misti á veg í álop, Dánjal á Lakjuni, sum fór í vinstra borð, tá ið Kristoffur Jakobsen fór av vøllinum, [...] var ikki millum teir fyrstu ellivu á ÍF liðnum, og tað er sjáldan, at hann skorar fleiri mál. – Tá ið Albert segði mær, at eg skuldi vera á beinkinum, kom tað ikki óvart á. Tú finnur út av undir venjing,
ka, politiska religión, sum hóttir frælsið og fólkaræðið um allan heimin. Hann vísir á, at tað eisini í Føroyum eru politiskar kreftir, sum vilja avtaka andsfrælsið og skipa landið sum eitt fundamentalistiskt [...] brúki sum dømi í bókini. Hinvegin er hann ein politikari, sum eg havi virðing fyri, sjálvt um vit ikki eru samd um allar etiskar spurningar. Men tú er noyddur at samstarva yvir um etisk mørk, sigur Bjørt [...] mentalari ójavnvág, tá hann hevur gjørt tað. - Í hesar fýra dagarnar vit hava samráðst, hevur Sjúrður Skaale ikki tikið nakað av hesum upp á tungu. Hetta er eisini nakað tvætl, hann kemur við, og eg vil undirstrika
Ein av teimum ítróttargreinum, sum vit vanliga ikki hoyra so nógv um her heima, er karate. Tó so, íðkararnir her á landi eru fleiri, og flestu teirra gera nógv við venjingina. Vanligt er í øðrum ítrót [...] luttakararnir kunnu fáa so nógv á skaftið sum gjørligt. Tey bæði, Lone og Michael fara aftur til Danmarkar sunnudagin. Havnar Karatefelag hevur í ár 10 ár á baki, og eru einir 100 limir í felagnum. Tey [...] ítróttargreinum, at íðkararnir eisini av og á vitjan av útlendskum ítróttaríðkarum og -leiðarum, so teir á tann hátt kunnu fáa nakað av íblástri. Hetta er sjálvsagt eisini galdandi hjá teimum, sum íðka karate
at slík brot á ferðslulógina eru ikki viðurskifti, vit hava viðgjørt í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, so tað fái eg ikki sagt so nógv um, sigur Brynhild Høgnadóttir. Hinvegin leggur hon dent á, at tað hevur [...] ferðsluni er ein størri trupulleiki enn rúsdrekkakoyring. Tað kann staðfestast út frá tølum, sum tey eru komin við á Ráðnum fyri Ferðslutrygd Ráðið fyri Ferðslutrygd sigur, at gjølligar metingar í londunum rundan [...] ovurstórt vandamál og tískil eiga vit at varpa ljós á tað, leggur hon afturat. - Endamálið við átakinum er at broyta hugburðin til at koyra bil, sigur Brynhild Høgnadóttir. - Vit fara at royna at fáa bilførarar
í ráðhúsinum á Vaglinum. Nú syðri tunnilsmunnin á komandi Eysturoyartunlinum er fluttur heilt suður til Hvítanes í mun til upprunaligu ætlanina, har hann skuldi koma upp á Sundi ella har á leið, er væntandi [...] Nú má rundkoyring gerast á vegamótinum Hvítanesvegur-Eystari Ringvegur. Fyri átta árum síðani var henda ætlanin komin somikið langt undir land, at arbeiðið bæði varð boðið út og sáttmáli enntá undirskrivaður [...] býlinginum Inni á Gøtu. Inni á Gøtu hevur ætlanin sum vera mann elvt til øsing og ótta, og í síðstu viku varð mótmælisskriv við undirskriftum frá øllum húskjum har uppi handað býráðnum. Sum skilst eru tey hvørki
oljugoymslurnar eru frammanundan í botni. Samstundis fer tað at taka eina tíð, áðrenn oljan, sum verður framleitt meir, er reinsað og annars komin ígjøgnum alla skipanina, út á marknaðin. Og tað eru eru eisini [...] sítt álit á, at prísirnir fóru at lækka, nú oljulondini í OPEC skuldu hittast á fundi í eysturríkska høvuðsstaðnum, Wien, sunnudagin, at umrøða oljuprísirnar. Bæði USA og ES hava lagt hart trýst á OPEC fyri [...] fyri liturin, bæði prísurin á bensini, diesel og á brenniolju. Hákun Djurhuus, stjóri á Shell sigur, at tað er vónleyst at siga nakað um, hvussu prísgongdin verður í framtiðini. Men hann heldur ikki, at
stuðul, nú fyrireikingarnar til ta longu ferðina eru at enda komnar. Tveir dagar seinni skal hon úr Føroyum og út í heim. Skal ein bera eina heilsu fram til henda trúboðaran, so má tað vera nú! Álvarsom [...] m savnast fólk til missiónsviku, men í samkomuhúsinum "Betania" er eisini missión á skránni. Fólk úr allari oynni eru samankomin at vera saman við teirri 31 ára gomlu Lív Poulsen, sum hetta kvøldið verður [...] verða fólkini møtt við vøkrum sangi frá sangkórinum úr oynni, og tá tey eru liðug at syngja kann sjálv útsendingin byrja. Nógv fólk eru samankomin, bæði ung og eldri, tí tað er ikki gerandiskostur, at ein
Á Kongabrúnni kappaðust menn í dag um at gerast føroya sterkasti maður. 6 luttakarar vóru, og teir kappaðust í fleiri ymsum greinum. Bjarni Nielsen vann greitt, og hevur nú forsvarað heitið sum Føroya [...] sum tey síðstu fýra árini, eg havi vunnið. Undantikið tað fyrsta árið, tað var heilt serligt. Nú eri eg komin í helvt. Eg ætlaði at vinna tíggju ferðir, sigur Bjarni Nielsen. Bjarni Nielsen er í toppformi [...] Føroya sterkasti maður fimta árið á rað. Hann gjørdist nummar eitt í øllum greinunum, og hetta er fyrstu ferð, hann hevur vunnið allar greinarnar. Tað virkar ikki sum, at nakar klárar at steðga Bjarna Nielsen
kom fyrrverandi forsetin Bill Clinton á pallin í Philadelphia saman við demokratiska valevninum John Kerry. At Clinton framvegis er væl umtóktur hoyrdist beinan vegin á teirri stóru áhoyrarafjøldini, men [...] men hann gjørdi alt fyri eitt greitt, at nú var hann ikki komin at tosa um seg, men um John Kerry. -Bush, forseti, sigur, at hann hevur eina ætlan fyri USA. Eg haldi, at John Kerry hevur eina ætlan, sum er [...] Clinton kann fáa á undirtøkuna hjá Kerry, men teir ásanna, at hann er væl umtóktur og ein framúr góður røðari, sum kann ávirka tey, sum ivast, hvørt tey skulu velja Bush ella Kerry. Eitt nú kann hann útvega