Enn eru ongi útlit til at prísirnir á olju og bensini fara at lækka aftur.
Tvørturímóti verður enn ein munandi príshækking sett í gildi í Føroyum longu aftur í dag.
Prísirnir hjá Shell hækka 15 oyru fyri liturin, bæði prísurin á bensini, diesel og á brenniolju.
Hákun Djurhuus, stjóri á Shell sigur, at tað er vónleyst at siga nakað um, hvussu prísgongdin verður í framtiðini.
Men hann heldur ikki, at tað er nakað, sum talar fyri, at hann fer at lækka í næstum og møguliga eru enn fleiri hækkingar á veg.
Eftir hækkingina í morgin fer ein litur av blýfríum bensini at kosta 8,95 krónur hjá Shell, ein litur av kalium bensini fer at kosta 9,08 krónur, ein litur av diesel kemur upp á 5,40 krónur.
Harafturat fer brennioljan til húsarhaldini at kosta 4,47 og eitt hálvt oyra fyri liturin og oljan til skipini fer at kosta 2,97 krónur fyri liturin.
Ger ongan mun
Annars vóru tað mong, sum høvdu sett sítt álit á, at prísirnir fóru at lækka, nú oljulondini í OPEC skuldu hittast á fundi í eysturríkska høvuðsstaðnum, Wien, sunnudagin, at umrøða oljuprísirnar.
Bæði USA og ES hava lagt hart trýst á OPEC fyri at fáa oljulondini at økja framleiðsluna fyri at tálma teimum høgu prísunum.
Og á oljufundinum sunnudagin varð eisini samtykt at hækka framleiðsluna 800.000 tunnur um dagin, hetta er ein hækking upp á 3%.
Sambært útlendskum fjølmiðlum skuldi hækkingin setast í verk frá 1. oktober.
Men tað skilst á oljuserfrøðingum, at tað eru ongi útlit til, at brúkararnir fara at merkja nakað til hesa framleiðsluøkingina, í hvussu so er ikki fyribils.
Víst verður á, at veturin stendur fyri durum og at oljugoymslurnar eru frammanundan í botni.
Samstundis fer tað at taka eina tíð, áðrenn oljan, sum verður framleitt meir, er reinsað og annars komin ígjøgnum alla skipanina, út á marknaðin.
Og tað eru eru eisini serfrøðingar, sum vilja síggja framleiðsluøkingina í verki, áðrenn teir trúgva nøkrum, og áðrenn teir kunnu siga nakað um útlitini, tí viðhvørt er langt ímillum orð og gerðir hjá OPEC londunum, verður sagt.
? So tað verður neyvan enn á sinni, at brúkararnir fara at merkja nakað til framleiðsluøkingina og at prísirnir fara at lækka.
? Í besta føri kunnu vit rokna við eini lítlari lækking í næstum, siga tey, sum hava skil fyri oljuprísum.
Hetta sást eisini á marknaðinum summastaðni í gjár, tá ið prísurin fall næstan ein dollara fyri tunnuna.
Men hetta lítla prísfallið kom, eftir at prísirnir vóru komnir upp á 35 dollarar fyri tunnuna, sum er met, eftir, hvat sigst. Hetta er tríggjar ferðir so nógv, sum tunnan kostaði fyri einum ári síðani.
Øllum hesum metingum er Hákun Djurhuus, ikki ósamdur í.
Men hann sigur, at prísurin á olju er m.a. ein spurningur um, hvussu stórur partur av honum byggir á verulig kostnaðarlig viðurskifti, og, hvussu stórur partur er ein avleiðing av, at fjáltur er á marknaðinum.
? Tað kann vera, at OPEC fundurin sunnudagin hevur tikið tað ringasta trýstið av marknaðinum, so at prísirnir kanska linka eitt lítið sindur, sigur Hákun Djurhuus.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá Statoil, men tað plagdi so vera, at tá ið eitt oljufelag hækkar prísirnar, hækka prísirnar hjá Satoil eisini.