Nú má rundkoyring koma

Nú má rundkoyring gerast á vegamótinum Hvítanesvegur-Eystari Ringvegur.

 

Fyri átta árum síðani var henda ætlanin komin somikið langt undir land, at arbeiðið bæði varð boðið út og sáttmáli enntá undirskrivaður við byggifelag.

 

Men eftir býráðsvalið hetta árið datt málið av ókendum orsøkum burtur.

 

Hóast røddir síðani við jøvnum millumbilum hava verið frammi um at fáa býráðið at taka málið upp aftur, hevur tíverri ikki eydnast at fingið ljóð fyri hesum í ráðhúsinum á Vaglinum.

 

Nú syðri tunnilsmunnin á komandi Eysturoyartunlinum er fluttur heilt suður til Hvítanes í mun til upprunaligu ætlanina, har hann skuldi koma upp á Sundi ella har á leið, er væntandi, at hetta fer at økja munandi um ferðsluna eftir Hvítanesvegnum.

 

Eisini hóast ætlanin er at gera nýggjan innkomuveg úr Hvítanesvegnum niðan í Ytra Ringveg, kloss uppat býlinginum Inni á Gøtu.

 

Inni á Gøtu hevur ætlanin sum vera mann elvt til øsing og ótta, og í síðstu viku varð mótmælisskriv við undirskriftum frá øllum húskjum har uppi handað býráðnum.

 

Sum skilst eru tey hvørki kunnað ella hoyrd um hesa ætlan, sum tey stúra fyri fer at broyta gerandisdag teirra munandi og vera beinleiðis til ampa fyri býlingin.

 

Nú linjuføringin av bæði tunnli og nýggja innkomuvegnum er flutt longur suður, fer mesta ferðslan uttan iva framvegis at halda seg til Hvítanesvegin – ið hvussu er so leingi sum Ytri Ringvegur ikki er gjørdur liðugur.

 

Sostatt er tað eftir mínum tykki upp aftur meiri átroðkandi í dag enn fyri átta árum síðani við eini rundkoyring á ferðslumikla vegamótinum Hvítanesvegur-Eystari Ringvegur.

 

Hesum vil eg virka fyri at fáa sett í gongd sum skjótast.

 

Leivur Hansen,

valevni á Lista E til býráðsvalið