Ari avsettur og tvífaldur málskjútti

Ari Ó. Ellingsgaard, sum var á beinkinum fyrsta stóra tíman, varð fyri fyrstu ferð tvífaldur málskjútti, tá ið ÍF ognaði sær fyrstu stigini í ár

Tað var fagnaður millum spælar­arnar og viðhalds­fjøldina hjá ÍF, tá ið Ransin N. Djurhuus bríkslaði fyri síðstu ferð í fínu fót­bólts­lík­indunum í Fløtugerði í gjár. Talvan segði 3-0 til ÍF ímóti tofta­monnum, og harvið vóru fyrstu stigini komin á kontuna hjá ÍF, sum bæði í fjør og í fyrraárið vann silvurkrónur, men sum einki stig fekk burturúr tveimum teimum fyrstu umførunum í ársins kapping.
Einki er at siga til, at Ari Ólavsson Ellingsgaard var sera fegin. Hann skoraði bæði málini í 2. hálvleiki, og harvið var tað hann, sum staðfesti trivaliga sigurin. Superveteranurin Bartal Eliasen setti stutt undan steðginum hol á eftir horna og út frá aftur, og eftir at Karl Løkin hevði lagt innfyri aftur. Bartal fekk tíð og rúm at temja bóltin, áðrenn hann smekkaði hann í netið.
Fuglfirðingar fegnaðust, tá ið teir fóru undir tak at rinda møðina og leggja ætlanir fyri 2. hálvleik, og tað sigur seg sjálvt, at tað kom illa við hjá gestunum, at teir bara lítla løtu undan steðg­inum fingu mál ímóti sær. Teir løgdu væl fyri, og hóast ÍF mentist sum tíðin leið, so hevði tað einki forgjørt verið í tí, um fyrra umfarið var endað málleyst. Og so hevði tíðin í trimum teimum seinnu korterunum arbeitt fyri B68, sum einki hevði ímóti, at støðan var 0-0.
Men soleiðis skuldi tað ikki vera. Tá ið spælararnir komu aftur á vøllin, sást tað beinanvegin, at tað vóru teir í ÍF, sum áttu sinniliga yvirskotið, og tá vignaðist tað hópin betri hjá teimum, enn tað gjørdi undan steðg­inum. Toftamenn vóru ikki at kenna aftur. Sjálvsálitið, sum teir so spakuliga hava spælt seg til undanfarnu ferðirnar, og sum eisini sást væl í 1. hálvleiki, var burtur, og mistøkini vóru nógv og stór.
– Tað kom stak illa við hjá okkum, at teir skoraðu so stutt undan hálvleiki. Vit løgdu væl fyri, og hóast tað ikki allan 1. hálvleik var so sannførandi, so vóru vit heilt væl við. Men eftir hvíldina var tað eingin ivi. Tá spældu vit væl verri, enn vit høvdu gjørt, og ÍF var væl betri enn í 1. hálvleiki. ÍF vísti tá vísti, at liðið er gott, og tað var góð mynd av leikgongdini, at teir vunnu seinna hálvleik greitt, var viðmerkingin hjá B68 venjaranum Jógvani Martin Olsen, tá ið tíðin var farin, og talvan vísti 3-0.
ÍF sigurin kundi havt verið størri, tí Bogi R. Petersen misnýtti brotsspark, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Maðurin, sum við tveimum málum í 2. hálvleiki syrgdi fyri, at ÍF leiðslan varð 3-0, og at tað harvið síðstu løt­una ikki varð spenningur um úrslitið, var Ari Ólavsson Ellingsgaard. Hann skoraði til 2-0 í 68. minutti og til 3-0 í 83. minutti. Tað var merkis­vert, at Ari skuldi verða tvífaldur málskjútti í júst hesum dystinum. Hann var ikki millum teir fyrstu ellivu á ÍF liðnum, og tað er sjáldan, at hann skorar fleiri mál.
– Tá ið Albert segði mær, at eg skuldi vera á beinkinum, kom tað ikki óvart á. Tú finnur út av undir venjing, hvørjar ætlanirnar hjá venjaranum eru. Sjálv­andi er tað hugaligari at vera millum teir fyrstu ellivu, enn tað er at sita á beinkinum. Men tað er liðið og heildaravrikið, sum tað snýr seg um, og eg eri fegin um, at eydnan var við mær hesa ferð.
Hvussu komu málini?
– Tað fyrra var bara lítla løtu eftir, at eg var komin á vøllin. B68 misti á veg í álop, Dánjal á Lakjuni, sum fór í vinstra borð, tá ið Kristoffur Jakobsen fór av vøllinum, og eg kom inn, lyfti bóltin til mín, og eg setti høvdið undir hann. Tað seinna var eftir horna. Poul N. Mikkelsen skall­aði, og eg stýrdi við knæ­num bóltin í málið.
Nær skoraði tú seinast tvey mál?
– Tað minnist eg ikki. Tað kemur ikki ofta fyri. Eg setti mær fyri, at eg skuldi gera mun, tá ið eg kom inn, og hesa ferð var eg heppin, sigur Ari Ó. Ellingsgaard.
Jógvan Martin Olsen harmast um, at teir longu eftir hálvan tíma mistu fremsta álopsspælaran:
– Sjálvandi gjørdi tað mun, at vit longu eftir hálvan tíma vóru noyddir at skifta Jonleif Højgaard út orsaka av skaða. Men ÍF skal hava rós fyri avrikið í 2. hálvleiki, tá ið vit heilt mistu fóta­festið.