Við tónleiki hjá Bruce Springsteen dundrandi úr hátalarunum kom fyrrverandi forsetin Bill Clinton á pallin í Philadelphia saman við demokratiska valevninum John Kerry.
At Clinton framvegis er væl umtóktur hoyrdist beinan vegin á teirri stóru áhoyrarafjøldini, men hann gjørdi alt fyri eitt greitt, at nú var hann ikki komin at tosa um seg, men um John Kerry.
-Bush, forseti, sigur, at hann hevur eina ætlan fyri USA. Eg haldi, at John Kerry hevur eina ætlan, sum er nógv betri, segði Clinton. Síðani nam hann við nøkur viðurskifti, sum millum annað fólk í Philadelphia og aðrastaðni í Pennsylvania tosa um.
-Síðani Bush, forseti, tók við, hava 249.000 fólk her fingið livikor, sum eru niðan fyri fátækramarkið, 343.000 hava mist sína heilsutrygging, og børnini hjá 100.000 húskjum hava mist síni frítíðarpláss, segði fyrrverandi forsetin.
-Summi siga, at eg eri ein, sum altíð komi afturíaftur. Eg sigi tykkum, at við John Kerry sum forseta fer USA at koma afturíaftur, segði ein væl upplagdur Clinton.
Eygleiðarar ivast í, hvørja ávirkan luttøkan hjá Clinton kann fáa á undirtøkuna hjá Kerry, men teir ásanna, at hann er væl umtóktur og ein framúr góður røðari, sum kann ávirka tey, sum ivast, hvørt tey skulu velja Bush ella Kerry. Eitt nú kann hann útvega Kerry meiriluta í statinum Arkansas, haðani hann er ættaður.
-Eingin einstaklingur kann broyta eitt val, men eg vóni, at mínar grundgevingar kunnu ávirka nakrar veljarar, segði Clinton í einari sjónvarpssamrøðu undan veljarafundinum í Philadelphia.