og rokna teir við at verða lidnir miðskeiðis í summar. Hesin bygningurin er settur á grundina hjá Norðborg beint norðan fyri Looknorth ? væntað verður tí, at nýggi bygningurin fer at eita Norðborg. Árni [...] stjóri á Looknorth sigur, at sjálvur bygningurin kostar 5,5 milliónir krónur ? endaliga byggiverkætlanin við tillagingum, keypi av grundstykki, niðurtøka og byggibúning kemur at kosta um 8,1 milliónir krónur
varaforsetin Dick Cheney hevur ofta funnist at Barack Obama, forseta, men nú Osama bin Laden er funnin og deyður, hevur pípan fingið eitt annað ljóð. Nú sigur Cheney, at Obama hevur rokkið tí týdningarmesta málinum [...] yvirgangshøpi. -Stjórnin hevur uppiborið at fáa greiða viðurkenning fyri tað væleydnaða átakið, sigur Dick Cheney við sjónvarpið ABC News, og hann rósar Obama fyri at taka ta røttu avgerðina í teirri røttu [...] roknaður millum teir sokallaðu ?heykarnar? í amerikonskum trygdarpolitikki, og hann hevur ofta funnist at Barack Obama og sagt hann vera ov lagaligan.
Teir seinastu dagarnar hevur ein politiskur viðmerkjari fyri og annar eftir sagt, at nú fer Lars Løkke Rasmussen at skriva út fólkatingsval. Men val verður ikki enn. -Eg hugsi ikki um val, segði forsæ [...] um í forsætismálaráðnum í dag. Hann vísti á, at stjórnin er í samráðingum við aðrar flokkar um ta sokallaðu 2020-ætlanina júst í hesum døgum. Ætlanin er at fáa samráðingarnar og møguligar fylgilógir avgreiddar [...] og tað skal fáast frá hondini, áðrenn eitt møguligt val kann útskrivast. Lars Løkke Rasmussen segði, at sambært lógini røkkur hetta valskeiðið út í november mánað.
greipuvinnari annað árið upp í slag. Málið fyri komandi kappingarár er at endurvinna meistaraheitið og steypakappingina, men eisini at vinna seg víðari í altjóða kappingini fyri meistaralið. Neistin fekk [...] venjari, staðfestir, at menningin av ungu spælarunum hevur riggað væl. - Vit hava fleiri ungar spælarar, sum hava ment seg nógv í hesum kappingarárinum. Tað frøast vit um. Nú ræður um at arbeiða víðari við [...] við hesi verkætlanini. Umframt at vinna greipuna, ætla vit okkum víðari í Evropa næsta kappingarár, sigur Ingi Olsen, venjari hjá Neistanum.
ætlandi eisini at taka lut í Libya-átakinum, men enn hevur stjórnin í Oslo ikki tikið avgerð um, hvat tað norska íkastið verður. Bretland fer seinni í dag at kunngera, hvønn lut landið fer at átaka sær í [...] flúgviforboð við at seta forboð fyri allari flúgving í landsins loftrúmi. Fleiri lond umrøða í løtuni, hvussu tey skulu taka lut í einum hernaðarligum átaki ímóti Libya. Danmark fer ætlandi at senda jagaraflogfør
sum er undir illgruna fyri at hava framt krígsbrotsverk í Bosnia í fyrru helvt av nítiárunum. fjølmiðlar skriva, at kvinnan varð tikin í statinum Kentucky fyrr í vikuni, og at hon væntandi verður send til [...] Kroatia og er undir illgruna fyri at hava framt krígsbrotsverk ímóti serbiskum borgarum í 1992. Amerikanski varaløgmálaráðharrin, James Arehart, sigur við fjølmiðlarnar, at Azra Basic er millum annað undir
íslendskar fjølmiðlar, at ætlandi kunnu íslendsk vísindafólk, verkfrøðingar og teknikarar fáa orð á aðalskrivaran, um hann tekur av innbjóðingini. Okkurt bendir á, at Ban Ki-moon hevur hug at fara til Íslands [...] ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, hevur fingið innbjóðing at koma til Íslands á almenna vitjan. Hann fekk innbjóðingina í gjár, tá hann hitti íslendska forsetan Ólaf Ragnar Grímsson á fundi í Abu Dhabi í [...] Íslands. Í hvussu er sigur skrivstovan hjá íslendska forsetanum, at aðalskrivarin vísti innbjóðingini stóran áhuga.
hóast grivið verður við fullari megi, knípur at halda vegirnar so frægar, at tað er koyrandi. Árni Jacobsen á Landsverki sigur, at tað eru so vánalig líkindi, at teir mæla frá allari óneyðugari koyring í [...] í Norðoyggjum og í norðara parti í Eysturoy. Suðuri á landi sær nógv frægari út. Veðrið fer at batna í dag, men í kvøld sigur hann aftur frá kava, so tá verða líkindini uttan iva eisini vánalig, sigur Árni
markinum millum tey bæði londini. Suðurkoreanska stjórnin hevur sagt, at hon fer ikki til samráðingarborðið uttan so, at Norðurkorea er sinnað at tosa um norðurkoreanska álopið á eina suðurkoreanska oyggj í november [...] Suðurkoreanska stjórnin er til reiðar at taka tær hernaðarligu samráðingarnar við stjórnina í Norðurkorea uppaftur í næsta mánað. Ætlandi verður fyrsti fundurin tann 11. februar. Sambært suðurkoreonskum [...] suðurkoreanskt herskip bleiv søkt, á borðið, og sambært fjølmiðlunum hevur norðurkoreanska stjórnin játtað at tosa um bæði málini.
START-sáttmálan við USA um at skerja talið á kjarnorkuløðingum hjá báðum londunum. Kommunistarnir skutu upp at vraka sáttmálan, men tað uppskotið fall. 350 tinglimir atkvøddu fyri at staðfesta sáttmálan, og [...] fer yvirhúsið undir at viðgera málið. Tann nýggi sáttmálin, sum forsetarnir, Dmitrij Medvedev og Barack Obama, skrivaðu undir í Praha tann 8. apríl í fjør, áleggur Russlandi og USA at skerja talið á kja