P/F Looknorth í Klaksvík hevur reisigildi í dag. Verandi bygningur teirra er 735 fermetrar, og nú hava teir bygt ein bygning afturat, sum er 1200 fermetrar.
Tað er P/F Norðhús, sum byggir bygningin, og rokna teir við at verða lidnir miðskeiðis í summar.
Hesin bygningurin er settur á grundina hjá Norðborg beint norðan fyri Looknorth ? væntað verður tí, at nýggi bygningurin fer at eita Norðborg.
Árni Skaale er stjóri á Looknorth sigur, at sjálvur bygningurin kostar 5,5 milliónir krónur ? endaliga byggiverkætlanin við tillagingum, keypi av grundstykki, niðurtøka og byggibúning kemur at kosta um 8,1 milliónir krónur.