Libya stongt loftrúmið

Myndugleikarnir í Libya hava svarað ST-samtyktini um flúgviforboð við at seta forboð fyri allari flúgving í landsins loftrúmi. Fleiri lond umrøða í løtuni, hvussu tey skulu taka lut í einum hernaðarligum átaki ímóti Libya. Danmark fer ætlandi at senda jagaraflogfør og eitt flutningsflogfar til Suðurevropa tíðliga í morgin.

Noreg fer ætlandi eisini at taka lut í Libya-átakinum, men enn hevur stjórnin í Oslo ikki tikið avgerð um, hvat tað norska íkastið verður.

Bretland fer seinni í dag at kunngera, hvønn lut landið fer at átaka sær í átakinum ímóti Libya. Bretland hevur tvey herskip í Miðjarðarhavinum.