Undirhúsið í russiska tjóðartinginum staðfesti í gjár tann nýggja START-sáttmálan við USA um at skerja talið á kjarnorkuløðingum hjá báðum londunum. Kommunistarnir skutu upp at vraka sáttmálan, men tað uppskotið fall.
350 tinglimir atkvøddu fyri at staðfesta sáttmálan, og 96 atkvøddu ímóti, tá málið var til triðju og seinastu viðgerð í undirhúsinum. Í morgin fer yvirhúsið undir at viðgera málið.
Tann nýggi sáttmálin, sum forsetarnir, Dmitrij Medvedev og Barack Obama, skrivaðu undir í Praha tann 8. apríl í fjør, áleggur Russlandi og USA at skerja talið á kjarnorkuløðingum, so londini hava í mesta lagi 1.550 løðingar í part um sjey ár.