Fyrrverandi amerikanski varaforsetin Dick Cheney hevur ofta funnist at Barack Obama, forseta, men nú Osama bin Laden er funnin og deyður, hevur pípan fingið eitt annað ljóð. Nú sigur Cheney, at Obama hevur rokkið tí týdningarmesta málinum í yvirgangshøpi.
-Stjórnin hevur uppiborið at fáa greiða viðurkenning fyri tað væleydnaða átakið, sigur Dick Cheney við sjónvarpið ABC News, og hann rósar Obama fyri at taka ta røttu avgerðina í teirri røttu løtuni, tá hann góðkendi álopið.
Dick Cheney verður roknaður millum teir sokallaðu ?heykarnar? í amerikonskum trygdarpolitikki, og hann hevur ofta funnist at Barack Obama og sagt hann vera ov lagaligan.