eitt borð at nýta sum søludisk. Á henda hátt ber til at rudda skáp og goymslur og selja tað, tú ikki longur brúkar, men sum onnur kunnu fáa gleði av. Við øðrum orðum ber bæði til at tjena og at brúka pengar [...] høvið eisini verður at keypa sær kaffi, vaflur, poppkorn og annað. Tiltakið er til frama fyri hondbóltsferð fyri børn til Partille í Svøríki í summar, siga fyrireikararnir, sum vóna at síggja nógv fólk í [...] Hoyvíkshøllini. Umframt loppumarknað er undirhald og tónleikur á skránni, eins og tað sjálvandi ber til at keypa sær okkurt leskiligt. Vilt tú sleppa av við ta gomlu kaffimaskinuna, ella ynskir tú tær kanska
síni, men av tí at ikki var pláss fyri honum á Landssjúkrahúsinum, ber tað ikki til. - Teir hava maskinurnar, men ikki starvsfólkið, tað er tað, eg fái at vita. Teir hava stutt sagt ongan at ansa eftir mær [...] havi lisið meg fram til, at ein eykajáttan er samtykt á tingi, men tað er altso ikki nakað, ið er komið mær til góða, sigur Jógvan Petur Hentze. Hann hevði sett nøsina upp etir, at sloppi heim til Føroya [...] tríggjar vikur siðani, at ein millión eyka rullaði inn á kontoina til nýradeildina, hevur Jógvan Petur Hentze einki merkt til tað. - Vermóðir fyllir 31. mai, so nú hava vit uppgivið at sleppa heim í føðingardag
Sjálvandi skulu vit ikki vera blind fyri, at happing tíverri fer fram í skúlunum, og málið má verða at koma happingini til lívs, sigur Bjørn Kalsø og vísir á, at trivnaðarætlanirnar, sum eru komnar frá skúlunum [...] nærum seks ár síðan. Kortini eru ongar ítøkiligar ætlanir um at endurtaka kanningina í bræði, sigur Bjørn Kalsø. Landsstýrismaðurin heldur, at lærarar arbeiða miðvíst við happing í skúlunum og eru tilvitaðir [...] kanningin av hesum slag í Føroyum bleiv gjørd - Happing er eitt stórt mál, sum vit alla tíðina eiga at hava í huga og arbeiða við, men eg havi ikki gjørt av, um kanningin verður endurtikin. Aðrastaðni verður
til at gjalda tilfeingisgjaldið, kann í ringasta føri hava við sær, at flotin verður lagdur. Men enn er Fiskimannafelagsformaðurin tó rímuliga bjartskygdur. - Vit hava onga orsøk til at halda, at vit ikki [...] Lógarverkið, ið heimilar landsstýrinum at krevja inn tær 112 milliónir krónurnar í tilfeingisgjaldi, varð endaliga samtykt við 3. viðgerð í løgtinginum í gjár. - Vit óttast, at rokningin verður partvís send víðari [...] Ætlanin hjá samgonguni at krevja inn tilsamans 112 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi í summar kemur tvørt fyri í samráðingunum millum manningarfeløgini og Felagið Nótaskip. Sáttmálin fór úr gildi á
við einum ótrúliga góðum skoti, tá bara eitt korter var farið, segði hann. – Eg haldi, at vit vóru klárir, men at teir bara vóru tað betri enn vit. Tað mugu vit so bara góðtaka. Og hetta var jú á einum [...] ásannaði, at ein betri innsatsur krevst í annaðkvøld, tá russiska U21-landsliðið vitjar á ovara vølli í Gundadali, heldur hann okkurt vera, sum føroyska liðið kann betra. – Helst fara vit at leggja okkum [...] okkum eftir sama spælinum, men kanska skulu vit royna at tora at hava bóltin meira. Og skulu vit hava eitt frægari úrslit ímóti Russlandi, krevst helst ein innsatsur, sum er eitt lítið sindur betri, segði
ár, og dentur verður lagdur á at hava tað stuttligt, samstundis sum børnini læra og spæla nógv badminton. Hvør dagur verður býttur upp í innan- og uttandura spæl, umframt at svimjing verður ein partur av [...] , so øll kunnu vera við. Alt hetta tilsamans gerst ein uppliving, sum børnini fara at minnast leingi. Børnini koma at venja antin fyrrapart ella seinnapart alla vikuna. Morgunliðið venur frá klokkan 8 [...] Badmintonskúlan 2009 verður at síggja í vikuskiftisbløðunum, umframt á heimasíðunum www.bsf.fo og www.hbf.fo. Avmarkað er, hvussu nógv børn kunnu sleppa við, so tí ræður um at gera skjótt av við tilmeldingini
stórfelagnum FC Keypmannahavn upplivdi hann eisini at vinna danska meistaraheitið. Todi Jónsson royndi seg eisini í norskum fótbólti, og eftir at hann gavst at spæla sjálvur var hann oddamaður í Fremad Amager [...] nú aftur at síggja í KÍ-troyggju. Tað eru liðin 17 ár, síðani Todi Jónsson flutti úr KÍ, har hann annars fekk sín fótbóltsuppvøkstur. Men nú fáa klaksvíkingar og føroyingar annars møguleikan at síggja Toda [...] Norðoyastevnudysti, sum verður spældur sunnudagin kl. 15.00. Tá fara føroyameistarar hjá KÍ í 1991 at spæla ímóti dagsins KÍ-liði. Millum spælararnar, sum vunnu føroyameistaraheitið við KÍ í 1991, vóru
samd um, at hann var ein sera positiv uppliving. Hann er sum ein vanligur bilur at koyra. Størsti munurin er tó, at hann er so gott sum fullkomiliga ljóðleysur, og CO2 útlátið var 0 gr/km. Eftir at bilurin [...] Hoyvíksvegin, sum er Mitsubishi umboð í Føroyum. Har er eisini høvi hjá áhugaðum at síggja og royndarkoyra bilin. TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum [...] SEV og Dong Energy í Müllers Pakkhúsi varð ein Mitsubishi iMiEV elbilur presenteraður í sambandi við at ein avtala um samstarv millum feløgini varð undirskrivað. Verkætlanin hevur fingið navnið Grani, og
høgir í hattinum, soleiðis at vit halda okkum vera betri, enn vit í veruleikanum eru. Vit hava kanska roynt ov nógv at verið spælstýrandi hesar seinastu dystirnar, ístaðin fyri at dúva upp á kontraspælið [...] serliga nøktandi hjá felagnum. Men tað er trupult at koma við nakrari einfaldari frágreiðing til hetta, sigur Janus Mouritsarson Joensen. - Tað er ringt at siga. Hevði mann vita tað, so høvdu vit nokk gjørt [...] Hvat var galið hjá tykkum í dag? - Tað var nok tað, at vit allir undirpresteraðu. Yvir alla linjuna var avriki ikki nóg gott, og tað fingu vit eisini at vita frá venjarunum eftir dystin. - Nú mugu vit so
Klaksvíkingi kappingini, um tað ber til at kalla tað kapping. Eftir at tað var vorðið leyst ímillum tveir teir fremstu, so royndi Eysturoyingur fleiri ferðir at bjóða av. Onkra ferðina togaðu teir seg [...] eydnaðist tað Klaksvíkingi at vinna, og tí var stórur spenningur undan 10-mannafars róðrinum í góðveðrinum á Trongisvágsfirði í dag. Klaksvíkingur leyp avstað í startinum. Tað var skjótt, at munurin aftur til [...] Klaksvíkingi og aftur til Eysturoying hálv onnur bátslongd. Í endaspurtinum royndu teir á Eysturoyingi at bjóða av, men Klaksvíkingur stýrdi einsamallur fram ímóti málinum. Talan var um uppvísningsróður hjá