Fótbóltur
Todi Jónsson verður nú aftur at síggja í KÍ-troyggju. Tað eru liðin 17 ár, síðani Todi Jónsson flutti úr KÍ, har hann annars fekk sín fótbóltsuppvøkstur.
Men nú fáa klaksvíkingar og føroyingar annars møguleikan at síggja Toda Jónsson spæla aftur í KÍ. Tað verður í serligum Norðoyastevnudysti, sum verður spældur sunnudagin kl. 15.00. Tá fara føroyameistarar hjá KÍ í 1991 at spæla ímóti dagsins KÍ-liði.
Millum spælararnar, sum vunnu føroyameistaraheitið við KÍ í 1991, vóru Jákup Mikkelsen, Jan Andreasen, Todi Jónsson, Allan Mørkøre, Kurt Mørkøre og Harley Bertholdsen.
Todi Jónsson var við á KÍ-liðunum, sum vunnu steypakappingina í 1990 og føroyameistaraheitið í 1991. Í 1993 spældi hann hálvt ár í B36, áðrenn hann legði leiðina til Danmarkar at royna síni fóbóltsevni.
Í donskum fótbólti gjørdist ein av kendastu og bestu útlendsku spælarunum, sum hava spælt í donskum fótbólti, og í stórfelagnum FC Keypmannahavn upplivdi hann eisini at vinna danska meistaraheitið.
Todi Jónsson royndi seg eisini í norskum fótbólti, og eftir at hann gavst at spæla sjálvur var hann oddamaður í Fremad Amager, sum herfyri gavst við sínum virksemi.