Lopputreff í Hoyvík

Um vikuskiftið skipar H71 fyri stórum marknaðardegi í Hoyvíkshøllini. Umframt loppumarknað er undirhald og tónleikur á skránni, eins og tað sjálvandi ber til at keypa sær okkurt leskiligt.

 

– Vilt tú sleppa av við ta gomlu kaffimaskinuna, ella ynskir tú tær kanska eitt koppastell, sama slag, sum hitt hjá ommudidd? So er tað í Hoyvík, tú hetta vikuskiftið kanst gera kvettið.

 

Tað siga stuðlarnir hjá H71, sum um vikuskiftið skipa fyri loppumarknaði í Hoyvíkshøllini.

 

Leygardagin og sunnudagin verður loppumarknaður, har fólk kunnu leiga sær eitt borð at nýta sum søludisk.

 

– Á henda hátt ber til at rudda skáp og goymslur og selja tað, tú ikki longur brúkar, men sum onnur kunnu fáa gleði av. Við øðrum orðum ber bæði til at tjena og at brúka pengar, siga fyrireikararnir.

 

Leygardagin er opið frá klokkan 10 til 18, og sunnudagin er opið frá klokkan 14 til 18.

 

Samstundis, sum brúktir lutir skifta hendur, verða undirhald og tónleikur, meðan høvið eisini verður at keypa sær kaffi, vaflur, poppkorn og annað.

 

Tiltakið er til frama fyri hondbóltsferð fyri børn til Partille í Svøríki í summar, siga fyrireikararnir, sum vóna at síggja nógv fólk í Hoyvíkshøllini um vikuskiftið.