Óvist er, nær ein nýggj kanning um happing millum skúlabørn verður gjørd.
Tað staðfestir landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø á heimasíðuni hjá Lærarafelagnum.
Lærarafelagið var herfyri frammi og eftirlýsti eina nýggja kanning um happing millum skúlabørn.
Næstan seks ár eru liðin, síðani seinasta almenna kanningin av hesum slag í Føroyum bleiv gjørd
- Happing er eitt stórt mál, sum vit alla tíðina eiga at hava í huga og arbeiða við, men eg havi ikki gjørt av, um kanningin verður endurtikin. Aðrastaðni verður dýpið javnan loddað, hvussu stendur til við happing millum skúlabørn. Í Føroyum er ein almenn kanning gjørd, og tað eru longu nærum seks ár síðan. Kortini eru ongar ítøkiligar ætlanir um at endurtaka kanningina í bræði, sigur Bjørn Kalsø.
Landsstýrismaðurin heldur, at lærarar arbeiða miðvíst við happing í skúlunum og eru tilvitaðir um happing.
- Sjálvandi skulu vit ikki vera blind fyri, at happing tíverri fer fram í skúlunum, og málið má verða at koma happingini til lívs, sigur Bjørn Kalsø og vísir á, at trivnaðarætlanirnar, sum eru komnar frá skúlunum, verða eftirkannaðar í Mentamálaráðnum.
- Vit mugu hava tað álitið á skúlunum, at teir arbeiða sambært trivnaðarætlanunum, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum.