FÓTBÓLTUR
Eftir dystin ímóti Rumenia leygarkvøldið fingu miðverjarnir, Rógvi Holm og Pól Jóhannus Justinussen, rós frá venjaranum, Heðini Askham. Og annar teirra, Pól Jóhannus, mátti eftir dystin bara staðfesta, at Rumenia var betra liðið:
– Teir spældu tekniskan fótbólt og vóru øgiliga kvikir og skjótir. Tað var eisini tað, sum teir vunnu uppá. Og so komu teir eisini á odda 1-0 við einum ótrúliga góðum skoti, tá bara eitt korter var farið, segði hann.
– Eg haldi, at vit vóru klárir, men at teir bara vóru tað betri enn vit. Tað mugu vit so bara góðtaka. Og hetta var jú á einum nógv hægri stigi, enn vit eru vanir við frá Vodafonedeildini.
Hóast Pól Jóhannus Justinussen ásannaði, at ein betri innsatsur krevst í annaðkvøld, tá russiska U21-landsliðið vitjar á ovara vølli í Gundadali, heldur hann okkurt vera, sum føroyska liðið kann betra.
– Helst fara vit at leggja okkum eftir sama spælinum, men kanska skulu vit royna at tora at hava bóltin meira. Og skulu vit hava eitt frægari úrslit ímóti Russlandi, krevst helst ein innsatsur, sum er eitt lítið sindur betri, segði hann.