Reinasti persónbilur í Føroyum

Á felags tíðindafundi hjá SEV og Dong Energy var ein Mitsubishi iMiEV elbilur presenteraður. Á felags tíðindafundinum hjá Elfelagnum SEV og Dong Energy í Müllers Pakkhúsi varð ein Mitsubishi iMiEV elbilur presenteraður í sambandi við at ein avtala um samstarv millum feløgini varð undirskrivað.

Verkætlanin hevur fingið navnið Grani, og tað er Johan Mortensen frá felagnum Baldursbrá, sum saman við SEV hevur tikið stig til samstarvið.

Í sambandi við fundin høvdu feløgini bæði fingið til láns ein Mitsubishi iMiEV elbil, sum varð sýndur fram og royndarkoyrdur eftir tíðindafundin.

Milum tey sum royndarkoyrdu bilin vóru Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Tey sum royndarkoyrdu bilin vóru samd um, at hann var ein sera positiv uppliving. Hann er sum ein vanligur bilur at koyra. Størsti munurin er tó, at hann er so gott sum fullkomiliga ljóðleysur, og CO2 útlátið var 0 gr/km.

Eftir at bilurin varð royndarkoyrdur, var hann koyrdur til bilasøluna Ivan Johansen Bilar við Hoyvíksvegin, sum er Mitsubishi umboð í Føroyum. Har er eisini høvi hjá áhugaðum at síggja og royndarkoyra bilin.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum