Tilfeingisgjald órógvar samráðingar

Ætlanin hjá samgonguni at krevja inn tilsamans 112 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi í summar kemur tvørt fyri í samráðingunum millum manningarfeløgini og Felagið Nótaskip.

Sáttmálin fór úr gildi á nýggjárinum, men enn er nýggjur sáttmáli ikki undirskrivaður.

Tað eru sum kunnugt nótaskipini, ið skulu gjalda størsta partin av tilfeingisgjaldinum. 75 oyru pr kilo í veiðigjaldi á makrel og 35 oyru pr kilo á norðhavssild, sum nótaskipini fiska, skal geva landskassanum góðar 76 milliónir í tilfeingisgjaldi.

Lógarverkið, ið heimilar landsstýrinum at krevja inn tær 112 milliónir krónurnar í tilfeingisgjaldi, varð endaliga samtykt við 3. viðgerð í løgtinginum í gjár.

- Vit óttast, at rokningin verður partvís send víðari til manningina. Og tað meta vit vera órættvíst, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum.

Spurningurin, hvørt og í hvønn mun manningin skal vera við til at gjalda tilfeingisgjaldið, kann í ringasta føri hava við sær, at flotin verður lagdur.

Men enn er Fiskimannafelagsformaðurin tó rímuliga bjartskygdur.

- Vit hava onga orsøk til at halda, at vit ikki finna semju um nýggjan sáttmála, men vit eru ósamdir um, hvussu tilfeingisgjaldið skal roknast, sigur Jan Højgaard.

Hoyr samrøðu við Jan Højgaard her: