Nú eru gingnar tríggjar vikur, síðani Løgtingið samtykti eina eykajáttan til nýradeildina á Landssjukrahúsinum, men enn er einki hent í málinum.
Í hvussu er ikki sambært Jógvan Petur Hentze.
- Eg havi hvørki hoyrt orð ella eið frá nøkrum. Eg havi lisið meg fram til, at ein eykajáttan er samtykt á tingi, men tað er altso ikki nakað, ið er komið mær til góða, sigur Jógvan Petur Hentze.
Hann hevði sett nøsina upp etir, at sloppi heim til Føroya í 85 ára førðingardag hjá vermóðir síni, men av tí at ikki var pláss fyri honum á Landssjúkrahúsinum, ber tað ikki til.
- Teir hava maskinurnar, men ikki starvsfólkið, tað er tað, eg fái at vita. Teir hava stutt sagt ongan at ansa eftir mær, sigur Jógvan Petur Hentze.
Hann skal í dialysuviðgerð tríggjar ferðir um vikuna, fimm tímar í senn, men hóast tað nú eru tríggjar vikur siðani, at ein millión eyka rullaði inn á kontoina til nýradeildina, hevur Jógvan Petur Hentze einki merkt til tað.
- Vermóðir fyllir 31. mai, so nú hava vit uppgivið at sleppa heim í føðingardag, sigur Jógvan Petur Hentze.










