Fyrsti ár 2000 trupulleikin hjá landsstýrinum var baði stórur og álvarsligur. Onki fantilsi vísti seg at vera á nýsamtyktu pensiónslógini hjá samgonguni. Áðrenn jól bað landsstýrið allar pensjonistar brynja [...] Landsstýrinum, Trivnaðarnevndini ella SvF. Høgra veit ikki, hvat vinstra ger Ár 2000 trupulleikin hjá landsstýrinum, sigst vera funnin. Hann er í skattalógini, sum tí má broytast, fyri at fáa peningin [...] løgtingið, áðrenn ár 2000. Løgmaður skyldar uppá manglandi floksdisiplin. Løgtingsmaðurin av Sandi sigur, at løgmaður skjýtur við síðuna av, tí hann hevði treytað sær í vár, at landsstýrið longu farna summar
fyrsta høvi hjá Sonna Ragnar Nattestad at royna seg í dysti, tá AaFK spældi ein vinardyst móti Florø. Sonni Ragnar spældi fyrsta tíman, og aftaná dystin sigur venjarin, Lars Bohinen, at avrikið hjá føroyinginum [...] Venjarin er væl nøgdur eftir fyrsta dystin hjá Sonna Ragnar Nattestad í appelsingula búnanum hjá AaFK. Aalesund Fotballklubb hevur leigað landsliðsverjuleikaran frá grannunum í Molde hetta kappingarárið [...] tillaga seg okkara spælskipan og grundreglur, segði Lars Bohinen við heimasíðuna hjá felagnum eftir dystin. Kappingarárið hjá AaFK byrjar 3. apríl, tá felagið skal spæla móti Sogndal. Tríggir føroyingar spæla
felagið hjá teimum sálarsjúku hevði í Suðuroy mikukvøldið. Mikukvøldið helt Sinnisbati almennan fund á Hotel Øravík, har greitt varð frá virkseminum hjá felagnum og har greitt varð frá ætlanunum hjá landsstýrinum [...] skuldi koma suður at greiða frá ætlanum landsstýrisins á økinum, men hann gav rættiliga skjótt avboð, tí hann var bundin av øðrum. Sìðani skuldi annað umboð fyri Almanna- og Heilsumálaráðið koma suður ístaðin [...] landsstýrinum at at skipa økissálarfrøði og sosialsálarfrøði. Endamálið við er at tað skal bera til hjá sálarsjúkum at fáa ambulanta viðgerð í nærumhvørvinum heldur enn at noyðast til Havnar hvørja ferð. Tað
tey seinnu árini, vistu vit altíð av hvørjum øðrum. Tær ferðirnar, vit vitjaðu suður aftur til Skúvoyar, stóðu húsini hjá Janusi og Paulinu altíð opin, blíðskapurin var hin sami. Onkuntíð høvdu vit fremmant [...] oynna, eitt nú í Húsavík. Tað er merkisvert, at miðskeiðis í nítj-andu øld fluttu seks eystr-ingar suður til Skúvoyar, fimm systkin úr Tjørnu-stovu í Norðragøtu og eitt systkinabarn teirra, Poul Høgnesen [...] Janusar var hesin Pól, kendur í Skúgvi sum Lorvíkspól. Hann bleiv bóndi Uttar í Stovu og var helst fyrsti handilsmaður í Skúgvi. Janus, føddur í 1916, var sonur Antines, bónda Úti í Stovu. Mamma hansara
syndarlig hjá fleiri feløgum og einstaklingum, sum vilja venja, tað er púra vist, sigur formaðurin í Klaksvíkar Badmintonfelag, Jákup Anthoniussen. Hann sigur, at tað er fullkomuliga ógjørligt hjá felagnum [...] tann sama hjá Fimleikarafelagnum og Mjølni. ? Tað vil siga, at tað eru minst 500 ítróttarfólk umframt onnur, sum ikki hava nøktandi umstøður at venja í, sigur Jákup Anthoniussen. Jákup sigur, at felagið [...] fyri svimjihøllina, og hon kemur at standa suður og norður paralellt við svimjihøllina. Syndarligar umstøður Jákup sigur, at tað er ongin livandi møguleiki hjá Badmintonfelagnum at sleppa inn í KÍ høllina
gongdini, sigur Johan Dahl, ið hevur boðið Alexander Medvedev til Føroya. - Fyrimunurin við einari vitjan er, at Medvedev sjálvur fær gjørt sær eina mynd og meining um møguleikarnar her hjá okkum, sigur lan [...] fyri at samstarva og í seinasta enda at vinna pening í samstarvi við russiska vinnulívsrisan. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sum júst hevur hitt stjóran og nevndarlimin í Gazprom, [...] fundi í Moskva. Við sær hevði landsstýrismaðurin umboð fyri Jarðfeingi og Føroya Tele. - Hetta var fyrsti fundurin okkara millum, og ítøkiliga vísir Gazprom áhuga fyri møguleikanum at gera íløgur í leiting
og tað skal hann eisini vera. Jens Erik Magnussen sigur tað vera øgiliga spennandi at síggja, hvussu byrjanin hjá Kerr verður í starvinum, og hann sigur seg vóna, at bæði spælarar, áskoðarar og feløgini [...] Kerr. – Mín fyrsti tanki var, at eg helt, at Fótbóltssambandið her hevði gjørt eitt gott val. Tað sigi eg út frá tí, sum eg kenni til mannin. Tað er kanska ikki so nógv, men tó eitt sindur, sigur Jens Erik [...] síðani. Hinvegin haldi eg eisini, at vit hava verið sera hepnir við teimum venjarum, vit hava havt, sigur Jens Erik Magnussen.
fjarðastevnu í Vestmanna. Jallurin hjá Róðrarfelagnum Knørri legði bragdligast fyri, men tað var skjótt, at hann fekk fylgi av tveimum bátum hjá Havnar Róðrarfelag. Drekin var fyrsti avbjóðari, men tá ið málið [...] Sílið fóru stavn um stavn skúmandi fram ímóti málinum. Í síðstu tøkunum munaði tað eitt vet betri hjá teimum umborð á Sílinum, sum var rongina undan Jallinum. Harvið er FM kappingin púra opin millum Jallin
sligið undir. Tað gekk skjótt fyri seg. Fyrsti skinkil ískorin, fyrsta rep tikið í, annar skinkil ískorin, mesanurin skiftur og 5-dúkurin settur. Sigldu so suður á Kolmúlagrunnin. Har stóð ikki niður. Vit [...] ólavsøkan var farin afturum. Nú verður siglt upp á prei. Skiparin og aðrir drukku kaffi. So fer Hans hjá Jákupi av Eiði fram á bógvin. »Góðan dag, hvat hava tit fiskað? Vit hava roynt á Heglubankanum og [...] prei, og hann ikki visti av. Tað var ikki heilt vandaleyst, skipini høvdu jú ongan motor. Tá var Hans hjá Jákupi komin aftur móti mesanvantinum. Eg og hann høvdu dekstørn saman. Nú í ár er hann deyður meira
standandi til næstu ferð, men slíkt ber ikki til, tá ið tú ert í hølum hjá øðrum, sum eisini verða brúkt til onnur endamál, sigur Amy. Amy sigur, at tey eisini ætla at nýta húsini til annað enn felagsarbeiði. [...] Nýggja húsið hjá eldrafelagnum Nón var fullsett, tá fyrsti fundur varð hildin har týskvøldið í seinasu viku. Eftirsum hetta var fyrsta fundarkvøld í nýggju felagshúsunum, vóru býráðslimirnir og nevndin [...] skeið- og fundar-virksemi ella til gisting, um tað skal verða, sigur Amy. Felagið hevur um 150 limir, og nýggir limir kunnu tekna seg hjá Amy ella onkrum av hinum í nevndini. Aldursmarkið er 50 ár.