Klaksvík:
? Støðan er syndarlig hjá fleiri feløgum og einstaklingum, sum vilja venja, tað er púra vist, sigur formaðurin í Klaksvíkar Badmintonfelag, Jákup Anthoniussen.
Hann sigur, at tað er fullkomuliga ógjørligt hjá felagnum at fáa tímar í KÍ høllini, og soleiðis sum hann hevur skilt tað, so er støðan tann sama hjá Fimleikarafelagnum og Mjølni.
? Tað vil siga, at tað eru minst 500 ítróttarfólk umframt onnur, sum ikki hava nøktandi umstøður at venja í, sigur Jákup Anthoniussen.
Jákup sigur, at felagið hevur søkt um byggiloyvið, og byggilendið, har tann nýggja høllin skal standa, er økið vestan fyri svimjihøllina, og hon kemur at standa suður og norður paralellt við svimjihøllina.
Syndarligar umstøður
Jákup sigur, at tað er ongin livandi møguleiki hjá Badmintonfelagnum at sleppa inn í KÍ høllina nakrar tímar um vikuna, so tey máttu í holt við fimleikarahøllina. Tað er leiðslan í skúlanum við Ósánna, sum umsitur báðar fimleikarhallirnar, men har var svarið tað sama.
? Vit fingu at vita, at báðar hallirnar eru fult upptiknar, men at vit kundu senda eina umsókn inn og koma upp í køina, sum bíðar eftir plássi, greiðir Jákup frá.
Tað endaði so við, at felagið bað um at fáa hallirnar leygardagar. Og tað bar so til. Men av tí sama mugu venjingarnar hjá teimum byrja rættuliga tíðliga leygardagar, og tá Mjølnir hevur brúk fyri hallunum til dystir, má Badmintonfelagið víkja.
Jákup metir sum sagt, at limatalið í Mjølni, fimleikarafelagnum og badmintonfelagnum tilsamans liggur um minst 500 og óivað væl fleiri enn tað, og hann heldur tað er alt ov galið, at umstøðurnar eru so vánaligar.
? Ein nýggj ítróttarhøll skuldi langt síðani verið komin, sigur hann avgjørdur.
Komnir væl áleiðis
Í september í fjør fór Badmintonfelagið av álvara í gongd við arbeiðið at útvega eginpening til eina nýggja ítróttarhøll. Felagið sendi brøv út til virki, stovnar og skip um alt landið og søktu um stuðul til eginpeningin.
Kostnaðurin av høllini er mettur at vera um 14 milliónir krónur. Hon kemur at verða 35 metrar breið og góðar 50 metrar long og fer at hava allar hentleikar, sum ein ítróttarhøll eigur at hava. Vanliga mannagongdin er, at landið stuðlar 30 %, kommunan 30 % og so skal Badmintonfelagið taka tey 40 %, sum eru eftir. Tað vil siga, at lánið hjá felagnum kemur at verða um 5,6 milliónir krónur. Og tað metir Jákup, at felagið fer at megna at arbeiða við.
? Høllin skal leigast út júst sum KÍ høllin, men tað er eyðsæð, at tey feløgini, sum ongastaðni hava at vera, skulu fáa ógvuligar góðar sømdir at sleppa inn, sigur formaðurin í Badmintonfelagnum í Klaksvík.
Hann sigur, at tað er av alstórum týdningi, at tað verður arbeitt skjótt við hesum málinum, og hansara ynski er, at høllin stendur liðug, áðrenn undirsjóvartunnilin verður liðugur. Annars er hann bangin fyri, at tað verður ov seint.
Jákup heldur, at tað kann hugsast, at alt fer inn í Eysturoynna, um høllin ikki er liðug áðrenn tunnilin,.
? Við eini nýggjari høll minkar trýstið á KÍ høllini munandi, og umstøðurnar verða dupult so góðar, sigur Jákup Anthoniussen, sum trýr uppá, at ein nýggj ítróttarhøll verður í Klaksvík, áðrenn Norðoyatunnilin letur upp.
Peningur settur av
Klaksvíkar býráð tekur væl undir við ætlanunum hjá Badmintonfelagnum. Borgarstjórin, Steinbjørn Jacobsen sigur, at 400.000 krónur eru settar av til eina nýggja ítróttarhøll á fíggjarætlanini hjá kommununi.
? Tað er sera átrokandi, at ein nýggj høll verður bygd í Klaksvík, sigur borgarstjórin. Býráðið hevur givið Badmintonfelagnum eina freist til seinast í mai mánaði at koma við eini ítøkiligari ætlan um eina nýggja ítróttarhøll.










