Nýggja húsið hjá eldrafelagnum Nón var fullsett, tá fyrsti fundur varð hildin har týskvøldið í seinasu viku.
Eftirsum hetta var fyrsta fundarkvøld í nýggju felagshúsunum, vóru býráðslimirnir og nevndin í arbeiðarafelagnum, Hæddini, boðin við.
Tað komu so nógv fólk inn á gólvið hetta kvøldið, at enntá úti í ganginum varð borð sett upp. Men øll sluppu til borðs, nóg mikið var av mati og sera væl smakkaði.
Eldrafelagið Nón, sum serliga hevur limir av Skálafjørðinum, keypti felagshús fyrr í ár.
Húsini í Torvgøtu eru eini 30 ára gomul, men tey eru í góðum standi, og nossligt er uttan um.
Síðani felagið keypti húsini hevur dúgliga verið arbeitt, soleiðis at húsini nú eru betur egnað til felagshús.
Eldrafelagið Nón hevur stívliga 16 ár á baki, og hevur øll árini havt innivist til tey ymisku tiltøkini í hølunum hjá arbeiðarafe-lagnum Hæddini.
Men nú hevur felagið so fingið egin hús, og frøin var stór, nú húsið varð klárt at taka í nýtslu.
? Ætlanin er, at fólk skulu kunna koma í húsini og gera eitt hvørt handaligt arbeiði hvønn dag - ella bara støkka inn á gólvið til prát og hugna. Nú kunnu vit hava alt tað, vit fáast við, standandi til næstu ferð, men slíkt ber ikki til, tá ið tú ert í hølum hjá øðrum, sum eisini verða brúkt til onnur endamál, sigur Amy.
Amy sigur, at tey eisini ætla at nýta húsini til annað enn felagsarbeiði.
? Eitt nú ber til at leiga hølini til føðingardagar ella aðrar veitslur. Eisini eru húsini serstakliga væl egnað til skeið- og fundar-virksemi ella til gisting, um tað skal verða, sigur Amy.
Felagið hevur um 150 limir, og nýggir limir kunnu tekna seg hjá Amy ella onkrum av hinum í nevndini. Aldursmarkið er 50 ár.