Venjarin er væl nøgdur eftir fyrsta dystin hjá Sonna Ragnar Nattestad í appelsingula búnanum hjá AaFK.
Aalesund Fotballklubb hevur leigað landsliðsverjuleikaran frá grannunum í Molde hetta kappingarárið, nú felagið ætlar sær at endurvinna plássið í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Møguleikarnir hjá Sonna Ragnar Nattestad at fáa spælitíð í Molde vóru sera avmarkaðir, serliga orsaka av skaðanum, sum forðaði honum at spæla ein einasta minutt í bestu norsku deildini í fjør.
Leygardagin var so fyrsta høvi hjá Sonna Ragnar Nattestad at royna seg í dysti, tá AaFK spældi ein vinardyst móti Florø. Sonni Ragnar spældi fyrsta tíman, og aftaná dystin sigur venjarin, Lars Bohinen, at avrikið hjá føroyinginum var góðkent.
- Við tíðini fara teir (nýggju spælararnir) at styrkja liðið. Hetta var fyrsti dysturin, og tað er eitt sindur óvant fyri teir báðar, bæði við nýggjum liðfeløgum og nýggjari spælskipan. Teir kláraðu seg fínt. Teir skulu fáa loyvi at gerast partur av bólkinum og tillaga seg okkara spælskipan og grundreglur, segði Lars Bohinen við heimasíðuna hjá felagnum eftir dystin.
Kappingarárið hjá AaFK byrjar 3. apríl, tá felagið skal spæla móti Sogndal.
Tríggir føroyingar spæla í Obos-liguni, næstbestu deildini í Noregi. Sonni Ragnar Nattestad í AaFK, Patrik Johannesen í Florø og Ári Mohr Jónsson í Sandnes Ulf.
Florø byrjar 2. páskadag, 2. apríl, á útivølli móti Mjøndalen, meðan Sandnes Ulf byrjar eisini 2. páskadag á heimavølli móti Strømmen.