Tað kom rættiliga óvart á fleiri, tá svenski forsætisráðharrin, Göran Persson, kunngjørdi, at hann hevði sett diplomatin Jan Eliasson til nýggjan uttanríkisráðharra ístaðin fyri Lailu Freiwalds, sum legði frá sær í síðstu viku.
Jan Eliasson hevur verið diplomatur síðani 1965 og ber orð fyri at vera sera dugnaligur. Ta seinastu tíðina hevur hann verið formaður á ST-aðalfundinum, og hann fær æruna av, at ST-londini samdust um at skipa eitt nýtt ráð, sum skal halda eyga við mannarættindunum kring heimin. Øll limalondini uttan USA atkvøddu fyri uppskoti hansara.
Politiskir eygleiðarar í Stockholm halda, at nú Göran Persson hevur valt Jan Eliasson til uttanríkisráðharra, fær uttanríkispolitikkurin ikki stórvegis týdning í valstríðnum upp undir ríkisdagsvalið, sum verður seinni í ár. Tað hevði verið øðrvísi, um hann hevði valt ein politikara, siga eygleiðararnir.