Jógvan Sofus: Fyrsti túrur til skips

2.partur



Í fyrsta partinum av hesi greinarøð greiddi Jógvan Sofus frá, at hann var sloppin við Suðuroynni, og teir eru farnir avstað.

Nú sæst land. Skiparin fekk sær ein lítlan blund. Vit hava landkenning, síggja bæði Borgar­høvdið og Finnufjall. Hesi bæði fjøllini síggjast longst til havs á Eysturlandinum, tá ið klárt er í veðrinum. Róp kemur í, og skiparin kemur upp. Tá ið ein løta er farin, detta vit í stilli. Skiparin niður undir, einki lag. »Kastið og sigið mær so, hvat dýpi er.« Gjørt varð, sum hann segði, og so bleiv hálað av. Onkur fiskur kom. Tá ið eg hevði fingið 7 toskar, sleit eg annan pilkin. Eg niður í kahúttina at fáa mær teym og pilk. Eg hevði koyggju í afturfallinum. Eg hevði koyggju saman við pápa mínum. Inni í koyggjuni var eisini ymisk útgerð til skipið, so tað var trongt.
Nú kemur hon runt, og hann fer at gula. Hann sjálvur er komin upp. So rópar hann: »Snørini inn, hann er komin lágt, 7-dúkin í framskutin á stórabáti og 9-dúkin úr seglkoyggjuni!« So bleiv 9-dúkurin settur. Aftur eitt hart róp: »Strekkið hann væl!« Hann kom for í skivugætið á toppstongini. (Tá ið tosað verður um 7-dúk og 9-dúk, so er tað støddin á klyvaranum, meint verður við. Símun varð minsti klyvarin róptur). Sigldu so í ein høgan eystan. Nesið í vatn,tað er Langanes. So varð kastað. Nei, lítið bar til.
Aftur at sigla, út á djúpari vatn. Nú bar betur til. 9-dúkurin fór í seglkoyggjuna og 7-dúkurin í framskutin á stórabáti, traðkaðu hann væl, ligg har. Vit truffu við. Dýpið var um hálvtannað stykki. Eg haldi, vit royndu í 14 dagar og fingu um leið 130 skippund. So bleiv einki. Síðani norð á Heglubankan. Á Nesgrunninum sóu vit bara eitt skip, men á Heglubankanum vóru fleiri. Vit fingu nógvan fisk. Eg haldi, tey flestu skipini vóru innari. Skínur sólin um miðjunátt, tá ið dagurin er longstur, og skipið vendir hekkuna móti sólini, so skínur hon í logarið.
Vit fóru ongantíð longur norður, eg haldi, vestanskipini royndu meira á Norðlandinum. Vit hava minst 280 skp. Nú kom hann av norðri. So varð sett segl. Fyrsta rep í stórseglið, eitt í mesanin, 5-dúkin á gronina. Heldur tjúkt.
Illveður. Kósin stóð í Langanes. Nú síggja vit Nespúntin (soleiðis kallaðu menn tað ytsta á Langanesi), so inn fyri Skavla (Skála). Eg veit ikki vist, um tað ikki man vera 7 fjórðingar av Nespúntinum inn fyri Skavla, eg haldi tað.
Stóribátur bleiv settur út og 6 mans í land. Tað var toluliga kyrt. Menninir fingu brøv heimanífrá. Pápi fekk eisini bræv. Alt visti væl við heima. Vit fingu upp í ískrubbuna av kava, førdu í sekkjum umborð, men vit fingu ikki nógv agn. Eg slapp eisini í land. Har var ikki reinligt. Fóru so at hála vatn. Segl vórðu løgd sum frægast í skutarnar og tofturúmið og bógrúmið. Róðu við tveimum árum í rúminum. Hetta er innan fyri bygdina. So blivu nakrar livratunnur førdar í land. Nú vit eru lidnir, eru fleiri skip komin inn undir Nesið. Eg haldi, ólavsøkan var farin afturum. Nú verður siglt upp á prei. Skiparin og aðrir drukku kaffi. So fer Hans hjá Jákupi av Eiði fram á bógvin. »Góðan dag, hvat hava tit fiskað? Vit hava roynt á Heglubankanum og Nesgrunninum á djúpum vatni.« Vit vóru um at vera besta skip. Nú kemur skorandi hattleysur upp gjøgnum kappan. Nei, Djónastovumaðurin var ikki bráðblíður. Honum dámdi einki, at siglt varð upp á prei, og hann ikki visti av. Tað var ikki heilt vandaleyst, skipini høvdu jú ongan motor. Tá var Hans hjá Jákupi komin aftur móti mesanvantinum. Eg og hann høvdu dekstørn saman. Nú í ár er hann deyður meira enn 90 ára gamal.
Dagin eftir fóru vit aftur á Nesgrunnin og truffu væl við. Eitt kvøld, einar 14 dagar seinni og liðugt er at gera reint, sigur skiparin, at tveir menn skulu fara í rytubátin við tveimum sildagørnum. Tað er sum Mikkjal á Ryggi yrkti:
Í nátt er heiðursveður, og lotið norðanav so spakt um mánan dregur. Tað blivu bestimaðurin og eg. Mastur varð reist. Ein posi bleiv kruvdur til segl. So vit frá borði. Gørnini vórðu sett, og so at dríva. Snørið varð sett fast á bátin og maður fram á bógvin at geva út og hála inn. Fimm stykki – 300 favnar – tá ið vit vóru longst frá skipinum. Vit høvdu ljós í mastrini.
So er næstan ljóst og besti­mað­urin at draga gørnini. Vit gjørdu leyst frá skipinum, og eg helt í árarnar. Nógv sild í. Vit tóku ikki burturúr, men róðu at borði. So vóru vit leysir.
Tað var ikki nógv at fiska teir seinastu dagarnar, vit lógu av­hálaðir. Hann vaks vindin skjótt á norðri, so snørini vórðu rópt inn, 7-dúkurin á gronina og inn undir Nesið at frysta sildina. Nú var nóg mikið av agni. Skiparin var so blíður við meg, at eg gloymi tað ikki. Hann segði, at eg bleiv ein fiskirót.
So bleiv stórseglið undansligið, og vetrarseglið sligið undir. Tað gekk skjótt fyri seg. Fyrsti skinkil ískorin, fyrsta rep tikið í, annar skinkil ískorin, mesanurin skiftur og 5-dúkurin settur. Sigldu so suður á Kolmúlagrunnin. Har stóð ikki niður. Vit lógu bakk í eitt samdøgur. So bleiv fiskiveður. Ikki fingu vit nógv, men annan dagin eftir varð meira at fáa. Vit royndu har í einar 14 dagar, so inn á Norðfjørðin. Tað bleiv nógvur lágættarvindur. Á Norðfjørðinum sá eg Grettishav.
Vit fingu tangarnar fullar av vatni og so nógvan kava, sum okkum var tørvur á. Vindurin minkaði. So útaftur á Kolmúlagrunnin. Fingu nakað av fiski, stórur toskur. Djónastovumaðurin segði, at fiskaðu vit upp í fiskakassan fullan av toski, var dagurin ikki mislukkaður.
Eg stýrdi mítt róðurtørn. Skip­arin plagdi at siga við meg:

Naar du med bagbordshalsen gaar,
og en rød lanterne i le du faar,
tag roret op, du lille bror,
for ellers bliver skavanken stor.

Nú kom hann høgt. Ikki nógvur vindur. Um kaffitíðina kl. 3 rópti skiparin: »Snørini inn, loysið repið úr stórseglinum, setið 7-dúkin, nú sigla vit heim!« Einki rep var í mesaninum. Hetta var 26. september. Hon mundi sigla 6 míl. Harpunloggið varð koyrt út. Eitt stykki av snøri lagt dupult, sum so varð knýtt í loggið og sett fast í hjørnið á hekkuni. Komnir hálvan vegin, tá bleiv næstan stilli. Vit at vaska innanborðs. Vindurin vaks nakað aftur. Í lýsingini síggja vit land. Tað var so lágt sum ein húgva. Slættaratindur var tað. Sjónskari og sjónskari steig hann úr havi. Eg haldi, eg havi ongantíð sæð land so langt sum henda fyrsta túrin. Nú er nógvur vindur, men hvør skeki stendur til. Sterkar greiðir. Eg stýri, tá ið vit koma eystur fyri Eiðisbygd. Tá var ljós tendrað á Eiði. Tá tók hon so mikið av sjógvi inn aftan, at eg breyt stivlarnar upp. Hon sigldi tá 8 míl. Hon var undir lúkuna.
Komnir suður til Havnar, ankraðu vit á Redini, sum menn kallaðu Havnarvág tá. Skiparin fór í land og aðrir við honum at tosa við konur sínar. So bleiv hivað innaftur, og skipið inn fyri Ringarnar út fyri Strondum. Søgdu øllum farvæl og takkaðu fyri tíðina. Gjáarmenninir og Funningsmaðurin fóru um borð í sluppina Prinsessu Mariu, sum lá á Havnini, og vóru har tvær nætur og tveir dagar. So norður við Smirli. Ebba Müller átti eisini Prinsessuna. Vit fingu feskt seyðakjøt til døgurða og annað gott.
Eg var trý ár yngri enn tann næstyngsti, Frederik Ejdesgaard av Eiði. Allir eru deyðir uttan eg.
Tann avgerð, eg tók tveir fjórðingar úr Rivtanganum, at eg skuldi ongantíð aftur til skips, hon helt ikki. Eg varð 53 ár skipsmaður við ymiskum skipum, tó mest við Jóannesi Paturssyni – í 14 ár.
Um várið 2000