nógv á, tá seinasta kappingin í innleiðandi bólkinum stóð á skránni sunnudagin. Regin hevði annars vunnið sær eina góða støðu undan sunnudegnum, men í fyrru av teimum báðum kappingunum, sum tá vóru á skránni [...] skulu koppast eftir enda. Yoke Race. Her verða vektir á 350 kilo lyftar upp á akslarnar, og síðani skal rennast so skjótt sum gjørligt. Regin vísir á, at hesa seinastu kappingargreinina hevur hann bert roynt [...] gjørdist aftast. Sostatt var bert eitt stig á muni millum teir báðar undan seinastu kappingini. Her ráddi um at lyfta fimm steinar upp á tunnur so skjótt sum gjørligt. Regin er vanliga sera sterkur í hesi
listafólk fáa undirvísing og vegleiðing um, hvussu tey á bestan hátt fáa brúkt síni listarligu evnir. Lýst verður als ikki við verkstaðnum, enn ikki á uppsløgum á listaskúlum. Tískil er tað bert ígjøgnum jungl [...] var eisini har, at Vígdis hitti Hans Christian Høier, sum undirvísti á skúlanum. Soleiðis kom hon inn á verkstaðin. Jógvan kom síðan á verkstaðin umvegis Vígdis. Havt nógvar føroyskar næmingar Høier er [...] Tivoli í Keypmannahavn. Á framsýningini í Føroyum verða tó bert akvarellir, skitsur og grafikkur sýnd fram. Millum føroyskar listamenn er Høier ikki heilt ókendur. Hann gekk í síni tíð á Kunstakademinum í Danmark
álvara í búkinum. Eg steðgaði eitt sindur á, beint áðrenn eg náddi bóltinum, og tá sá eg, at Michael Stensgaard var rættuliga ófriðarligur á strikuni og var á veg til høgru fyri seg sjálvan, og so var [...] væl hvíldir, at tað gekk so væl, sigur Jákup Mikkelsen, sum klokkan eitt í gjár skuldi møta til venjing. Og einki er at ivast í, at fleiri tíðindafólk vóru og fylgdu við úti á bygd á Sælandi, sum teir plaga [...] søgu felagsins er Herfølge á odda í donskum fótbólti. Oddasessurin ger altíð, at pressan vísir tær serligan ans, og soleiðis var tað eisini hjá Herfølge sunnudagin. Tá 3-0 sigurin á FCK var veruleiki runnu
støðgaði á. Og á aldargomlu korallrivunum valdaði friður. Tí henda dagin andaðist John Smith, 64 ára gamalur. Ein maður, sum vígdi sítt lív til lívið í havinum. Til tey fólk sum dagliga liva á sjónum. Og [...] ikki á skúlabonki, men ígjøgnum eitt langt arbeiðslív á sjógvi og landi. Sínar royndir og sítt útgangsstøði hevði hann úr egningarskúrinum, av dekkinum, úr maskinrúminum, lugarinum og messuni. Á tekniborðinum [...] dýrdarveður á Føroyagrunninum eina løtu, hósdagin 24. juni 1999. Tað er lætt at ímynda sær, at havstreymurin kyrraði og legði sjógvin spegilsblankan. Undir vatnskorpuni støðgaðu havsins margfaldu verur á. Toskur
1. DEILD Hesa ferð gekk tað, sum tað plagar at gera. Tey bæði toppliðini vunnu og hildu seg væl á kósini móti Formuladeildini, VB/Sumba møtti ikki upp á útivølli, og hesa ferð orkaði Royn heldur ikki norður [...] Merkisvert er tað, at oddaliðið, B71, tvær tær næstu ferðirnar sambært skipanini skal spæla á útivølli móti Royn og á heimavølli móti VB/Sumba. Í skrivandi løtu er spurningurin, um hesir dystirnir fara at verða [...] minkaði SÍ liðformaðurin Jóan Petur á Stongum um munin, eftir at snildi Marcello Marcelino við hælinum hevði spælt hann leysan. B71 royndi at halda høga leikferð. Á hálva tímanum økti veteranurin Eli Hentze
leggur á tær, sigur býráðsformaðurin í Fjarðabyggð á Eysturlandinum í Íslandi, Smári Geirsson. Býráðsformaðurin í Fjarðabyggð var millum teir umleið hundrað íslendingarnar sum vitjaðu í Sandavági á Vestanstevnu [...] víðari av, hóast mangt gott er at minnast aftur á. Tí nútímans samfelagið krevur stutt og greitt stórar, sterkar kommunur, sigur hann. Bjartskygni Samfelagið á Eystfirðum kenna føroyingar væl. Tað líkist okkara [...] sum høvuðsvinnu. Eisini eru teir farnir undir aling á Mjóvafirði, greiðir Smári Geirsson frá. Eitt felag, sum skrásett er í Neskaupstaði, hevur alistøð á Mjóðafirði, sum liggur millum Norðfjørðin og Seyðisfjørðin
gisti á Bringi hjá pápabeiggja mínum Árna og konuni Svanhild; hann hevði sum ungur siglt við donskum verjuskipi her, hevði funnið sær konu av Velbastað, varð síðan duravørður á Amalienborg og búði á ellisárum [...] ikkelsen. Sum barn sá eg hann ofta standa og tekna á Vaktarhústoftini oman fyri gøtuna, ið gekk suður frá Ovaravegi. Onkuntíð eitt sindur niðari, á Garðajørð ella heilt niðri við Kráarhjallar. Hvat gjørdi [...] Í gerðinum oman fyri geilina – á einum stykki nakað suður frá Myllánni – stendur Sjúrður norðan fyri Garð og rakar. Hann vendir sær nakrar ferðir á og hyggur oman á vegin, har Ella stendur. So letur
timburmaður, arbeiðir sum húsavørður í Havn. Kona hansara, Jonna á Sondum Estbú, er heilsurøktari og samskipari á dagtilboði. Men, henda fyrsta dagin á Landssjúkrahúsinum, sum var hin 22. apríl, fór Jóhannes [...] skjótt einum ári síðan, men sum endaði sum ein sólskinssøga. Alt bendi á krabba Jóhannes vísir á, at einar tvær vikur seinni vildu tey á Landssjúkrahúsinum taka nýggjar royndir, og hesaferð var konan, við [...] skuldu ikki koma til Danmarkar henda dagin kortini, tí endaligu svarini upp á royndirnar á Ríkissjúkrahúsinum vóru ikki komin. Fólk á flogvøllinum máttu nú finna kuffertini hjá Jóhannesi og Jonnu aftur í f
lyfta tekstin á eitt hægri abstraktiónsstig. Tað er tað, mál á hægri stigi er ætlað til. Trupulleikin er, at sjálv grundgranskingin ikki er framd á hægsta stigi. Við vilja sita sabotørar á Debesartrøð og [...] søga og málið Á sama hátt sum søga ikki bert eru "ævintýr", vóru "ævintýrini" nógv álvarsamari enn "ævintýr". Tey bóru við sær universel virði. Tak t.d. "Nýggju klæði keisarans" og skilið á Debesartrøð. [...] Lat okkum hyggja nærri at innganginum á síðu 11: "Tórshavn er gomul. Men hildið verður, at hon er ikki millum elstu búpláss í Føroyum. Tó man bóndagarðurin á Húsabrúgv vera frá víkingatíð. Í sambandi
fingu tey kortini. Á Sørvágsfirði var nógv bæði av fugli og fiski. Tað lá væl fyri at fara á flot. Nógvur seiður var inni við land, og honum kundi nót kastast eftir. Fuglur kundi skjótast á fjørðinum, og [...] heldur ikki var ov nógv av. Onkuntíð fingu teir kongafisk á snøri, sum teir flaktu. Flaktu á dekkinum Annars var tað tungt at vera við snøri, serliga á Eysturlandinum, har tað var so djúpt. Serliga tungt var [...] smittaður av tuberklum. Hann varð fyrst innlagdur á hospitalinum, síðan fór hann á TB, tuberkladeildina hjá hospitalinum. Síðan varð hann innlagdur á sanatoriinum í Hoydølum. Her lá hann í tríggjar mánaðir