Stórar kommunur eru treyt fyri framburði

Býráðsformaðurin í Fjarðabyggð á Eysturlandinum í Íslandi ivast ikki í, at kommunusamanlegging er orøk til tann framburð, sum í dag er á økinum. Tað er alneyðugt at hava stórar eindir, um kommunurnar skulu lúka tey krøv, nútíðarsamfelagið setir teimum, sigur hann

Framburður í lokalsamfelagnum er beinleiðis treytaður av, at kommunurnar eru so mikið stórar, at tær orka at lúka tær treytir, sum nútíðar samfelagið leggur á tær, sigur býráðsformaðurin í Fjarðabyggð á Eysturlandinum í Íslandi, Smári Geirsson.
Býráðsformaðurin í Fjarðabyggð var millum teir umleið hundrað íslendingarnar sum vitjaðu í Sandavági á Vestanstevnu. Fjarðabyggð og Sandavágur eru vinakommunur.
Hugtakið Fjarðabyggð er bara fimm ára gamalt. Í 1998 vórðu bygdirnar Neskaupstaður á Norðfirði, Eskifjørður og Reyðifjørður lagdar saman til eina kommunu, sum fekk navnið Fjarðabygd, greiðir Smári Geirsson, býráðsformaður, frá. Býráðið er mannað av níggju býráðslimum. Í sitandi býráði eru tríggir úr hvørjari bygdini. Men tað er púra av tilvild, sigur býráðsformaðurin.

Samanleggin neyðug
Smári Geirsson, býráðsformaður í Fjarðabyggð, er ikki í iva um, at kommunusmanleggingin hevur havt avgerandi týdning fyri, ta framgongd, sum í løtuni er at síggja í økinum.
Eitt stórt amerikanskt felag, nevnt Alcoa, hevur gjørt avtalu við kommununa um at byggja eitt risastórt aluminiumsvirki í kommununi, sum væntandi fer at framleiða umleið 320.000 tons av aluminiumi árliga.
Stóra aluminiumsverksmiðjan fer at hava eini 500 fólk í starvi, sigur býráðsformaðurin í Fjarðabyggð. Og so rokna tey við, at onnur 500 arbeiðspláss koma afturat sum beinleiðis ringvirkningar frá stóra virkinum.
Men ikki ber til at hava eitt so stórt virki, uttan eisini at hava eina orkukeldu, sum vil nakað. Og hana hava tey eisini fingið í Fjarðabyggð, eftir at tær tríggjar kommunurnar vórðu lagdar saman.
Eitt stórt elverk er bygt inni í sveituni innan fyri firðirnar syðru. Verkið verður rikið við vatnorku, greiðir Smári Geirsson frá.
?Men tað gekk ikki bara sum eftir ánni at fáa hetta verkið, tí umhvørvisfelagsskapir gjørdu sítt til at forða arbeiðinum í at verða gjørt, sigur hann.
Kortini varð verkið bygt, og síðan er so avtala gjørd við amerikansku aluminiumsfyritøkuna.
Eisini á øðrum økjum, hóast tað kortini snýr seg um orku, hevur kommmunusamanleggingin víst sínar dygdir, greiðir býráðsformaðurin í Fjarðabyggð frá.
Eysturlandið í Íslandi hevur vanliga verið roknað sum »kalt« øki. Tað vil siga, at ikki hevur verið hildið, at heitt vatn er í jørðini, sum tað er aðrastaðni í landinum.
Kortini varð gjørt av at bora ein brunn á sama hátt, sum tá leitað verður eftir olju, fyri at vita, um ikki heitt vatn mundi liggja onkunstaðni har niðri og bíða eftir at verða funnið.
Talan ver í grundini um vágaverk, tí eingin vissa var fyri, at heitt vatn var at finna, og boringin var dýr. Og var talan um eina einsamalla lítla kommunu, kom hetta als ikki upp á tal, sigur Smári Geirsson.
Borað varð í Eskifirði, og har funnu teir eisini eina keldu við heitum vatni og fáa nú 17-18 litrar um sekundið av vatni, sum er 80 stig heitt.
?Hetta kemur sjálvandi væl við, og ger, at vit fara undir nýggjar boringar í Eskifirði og seinni helst í hinum bygdunum eisini, sigur Smári Geirsson.

Bæði og
Hóast Smári Geirsson er ivaleysur í, at fyrimunirnir við kommunusamanlegging eru eyðsýndir, ásannar hann, at tað koritni eru ting, sum ikki bara eru betri.
Eitt nú verður fráleikin millum myndugleikarnar og tann einstaka borgaran størri, tá smáu kommunurnar hvørva.
?Vit fá eina sterkari og betri virkandi fyrisiting, vísir hann á, men samstundis mugu vit ásanna, at tað verður ikki altíð líka lætt hjá tí einstaka at røkka fyristingini, sum tað var í lítlu bygdini, har øll kendu hvønn annan persónliga.
Men stórur meiriluti var kortini fyri samanleggingini, vísir býráðsformaðurin í Fjarðabyggð á. Av teimum 15 bygdarráðslimunum, sum vóru í gomlu kommununum, var bara ein, sum var í móti at leggja saman.
Og hetta tykist eisini vera gongdin í Íslandi yvirhøvur. Í hvussu er er hetta tað, íslendska kommunufelagið arbeiðir fram ímóti, sigur Smári Geirsson.
Tað eru í dag 105 kommunur í Íslandi. Av hesum eru fleiri enn 50, sum hava færri enn 200 íbúgvar.
Hesar smáu kommunurnar hava ongan møguleika at liva upp til tey krøv, sum nútíðarsamfelagið setir teimum, vísir Smári Geirsson á. Tí verður eisini arbeitt við at leggja saman og fáa færri, men samstundis sterkari, kommunur. Málið hjá kommunufelagnum er, at tað skulu verða einar 30 - 40 kommunur Íslandi, greiðir hann frá.
?Tað var eitt heppið val, vit gjørdu, sigur hann, og tað vísir seg eisini, at aðrar kommunur í økinum ætla tað sama. Firðirnir sunnan fyri Fjarðabyggð hava tikið somu avgerð, sum tær tríggjar kommunurnar norðaru, og fara 1. oktober í ár at leggja saman.
Í 1985 vóru 32 kommunur á Eysturlandinum, men eftir 1. oktober í ár verða tær 15, sigur Smári Geirsson.
Størsti andstøðingurin móti kommunusamanleggin er nostalgiin. Men henni og teirri góðu gomlu tíðini liva vit ikki víðari av, hóast mangt gott er at minnast aftur á. Tí nútímans samfelagið krevur stutt og greitt stórar, sterkar kommunur, sigur hann.

Bjartskygni
Samfelagið á Eystfirðum kenna føroyingar væl. Tað líkist okkara við fiskivinnu sum høvuðsvinnu.
Eisini eru teir farnir undir aling á Mjóvafirði, greiðir Smári Geirsson frá. Eitt felag, sum skrásett er í Neskaupstaði, hevur alistøð á Mjóðafirði, sum liggur millum Norðfjørðin og Seyðisfjørðin. Dalatangi myndar norðara fjarðarmunna á Mjóvafirði. Teir ala laks og ætla eisini at fara at ala tosk, sigur Smári Geirsson.
Teir seta stórar vónir til alivinnuna og hava ætlanir um seinni at fara at ala á Reyðafirði eisini. Eftir ætlan skulu teir í 2007 flyta út eini 14.000 tons og vænta eini 200 arbeiðspláss í hesi vinnuni.
Tað ræður bjartskygni á Eysturlandinum í løtuni. Fólk flyta til økið í stórum tali, og tá stóra aluminiumsverksmiðjan fer í gongd, vænta tey rættiliga innrás.
Fyrr hava fólk flutt burtur. Serliga til høvuðsstaðarumráði. Og har sum aðrastaðni hevur tað verið so, at fólk, sum hava fingið sær útbúgving, hava einki havt at komið aftur til.
Nú tykist rættilig vend vera komin í, og í framtíðini verður væntað, at økið á Eysturlandinum verður tað skjótast vaksandi í fólkatali í øllum Íslandi.
?Tað kravdi styrki at arbeiða fyri at fáa lagt kommunurnar saman. Men nú, vit síggja úrslitini ásanna, fólk, at tað var rætt, og gleðast um tað, sigur Smári Geirsson, býraðsformaður í Fjarðabyggð á Eysturlandinum í Íslandi.