Páll Poulsen
???????????
"Tað er ikki fyrr enn tógvið varð virkað til klædnapløgg, at tað kom at verða konufólkaarbeiði burtur-av." Jóan Pauli Joensen, síða 167. Fyrsta bók.
Tá ið vit fáast við søgu er avgerandi skilmerkingin ímillum, hvat ið er galdandi og hvat ikki er galdandi. Hetta merkir at tað skal standa eftir, soleiðis at man kann sláa upp tað sum passar. Fortreytin fyri upp-slagnum, er at tað passar. Men tað skal ikki bara passa, tað eigur at finnast ein vegur, har føroyingar einaferð kunnu siga:"Hygg, vit hava eisini evni at reflektera um okkara egna leiklut á einum hægri stigi." Nakað sum hendir, hendir ikki bara sum einstakar hendingar. Man eigur at kunna seta tað í ein samanhang, samtíðin ikki skilti til fulnar. Søgufrøðingur eigur altíð at kunna seta keldurnar saman á slíkan hátt, at hann megnar at toga fram eina og fleiri fláir, samtíðin ikki vardi. Tá koma verulig vísindi burturúr. Í Føroyum eru menn í ferð við at mala í klingur og skriva bara av og eru offur fyri tí danir kalla: "Et selvbekræftende socialt rum". Teir definera seg sjálvar sum fantastiskar og alt annað er líkamikið. Klára ikki at hugsa ein tanka, sum fer uppum teirra egna sosiala veruleika. Teir resonnera hvønn annan upp í lag. Men at menn ikki longur duga at hugsa, ella tosa, tað hevur bíbilskar dimensjónir.
Tað var kanska standard, sum manglaði í Bábilstorninum?
Logikkur, søga og málið
Á sama hátt sum søga ikki bert eru "ævintýr", vóru "ævintýrini" nógv álvarsamari enn "ævintýr". Tey bóru við sær universel virði. Tak t.d. "Nýggju klæði keisarans" og skilið á Debesartrøð. Lat okkum hyggja nærri at innganginum á síðu 11: "Tórshavn er gomul. Men hildið verður, at hon er ikki millum elstu búpláss í Føroyum. Tó man bóndagarðurin á Húsabrúgv vera frá víkingatíð. Í sambandi við tinghald í Tinganesi hevur frá elstu tíðum helst verið handlað. Av hesum er, sum frá er liðið, natúrliga skapt grundarlag undir handilsvirksemi við bygningum og búføstum fólki. Hetta og tað, at Havnin landafrøðiliga er mitt í Føroyum (javel), hevur tíðliga í tíðini gjørt Havnina til høvuðsstað."
Hesi vóru orðini. Einki í hesum setningum kann verifiserast. Teksturin hev-ur ikki berandi virði . Hetta er tað málið, tú hoyrir í fjølmiðlunum: "Í gomlu Hoyvíkini". Soleiðis ber ikki til at siga, tað kallast í Hoyvík. Tórshavn er ein býur, men Tórshavn "hon", nei. "Bóndagarður" átti heldur at verið "garður" ella "staður", tí bóndagarðurin kemur ikki fyri frá fyrsta degi.
Ein rúgva av ódefinerað-um setningum kemur soleiðis fyri um at "lívsgrundarlagið" hjá havnarfólki, var í handli, bóndagarði, embætisstørv, men tað stendur ikki tilskilað hvat ið var so øðrvísi. T.e. einki grundarlag vísir á hetta. Tað líkist ikki refleksjón, men bert orðum í leysum lofti. Mitt í øllum eru fólk bara fátæk.
Eg trúði, at málstríðið hevði lært okkum so mikið, at standardurin riggaði. Dømi síða 54:"?at tingið í Havnini helst er eldri enn 930." Ljóðar eitt sindur komiskt í mínum oyrum, barnamál. Helst er tað reduktiónin, Tórshavn er ein úthandil, meðan býurin er Tvøroyri. (Tvøroyri líktisk í veruleikanum einari grønlendskari kolonistøð). Her eru vit í misvísandi royndini at gera Tórshavn til ein úthandil hjá dønum, og at interferensur er besti mátin at prógva tað við. Føroyska versjónin av:"Histoire de la folie" er eftir øllum at døma nógv meira umfatandi. "Stultifera Navis" stendur klárt í Múllers pakkhúsi. Meðan "Forrest Gump" fyribrigdið tykist óendaligt.
Mær hóvar heldur ikki orðið "Havnini", sum instringentir tilflytarar brúka. Tað kallast Tórshavn, tí um 50 ár skulu tey sum lesa hetta, ikki blanda Tórshavnar Havn og hesa "Havnina" saman.
"Etikettin" eigur ikki at vera misvísandi, tí søga er eisini til at navigera við. Her er sami trupulleikin við standard sum Ph.D. pappírini á Debesartrøð líða undir. Sosialdemo-kratar úr danska fólkaheiminum í suðri leggja hetta út, so einki skil verður á Før-oya søgu og Føroya máli. Kunnu hesir óvitugu trojansku hestar trekkja okkara tenn út og oyði-leggja okkum málið og evni at hugsa, verða føroyingar skjótt til nøkur fitt heima-lomb, sum renna innan fyri bøgarðarnar og liva av donskum kippi og greyti.
Standard
Hví hevur standard týdning? Jú tí so kunnu øll fólk lesa tað samanhangandi, lyfta tekstin á eitt hægri abstraktiónsstig. Tað er tað, mál á hægri stigi er ætlað til. Trupulleikin er, at sjálv grundgranskingin ikki er framd á hægsta stigi. Við vilja sita sabotørar á Debesartrøð og forða fyri at verulig vísindi vinna frama. Nú eru tveir lærarar við Studentaskúlan hjá Mass Winther við í leikum, og útstilla alt hugvísindaliga "inventarið", sum krevur nýggjan skúlabygning. Til hvat? Tað er heldur skúlin, sum hevur brúk fyri nýggjum lærarum.
Tá ið ein navnfrom kommuna sum Tórshavnar setur slíkt í gongd, eigur hon at tryggja sær eitt eftirlit. Tí við hesum bók-um sigur Býráðið beinleiðis at tað er í lagi at siga: "tingið í Havnini".
Skal tekstur skrivast, eigur man at halda parametrini. Tosa vit um Løg-tingið, skal tað eisini definerast, hvat tosað verður um, og í hvørjum sam-bandi. Føroya Løgting er ikki tað sama í túsund ár.
Montesquieu verður nevndur á síðu 58 (Montesquie-skeivt stavað), men hann kann bert brúkast partvíst sum idégrundarlag. Hetta brekið sum nevnist "name drop" er t.d. eisini í Løgtingssøguni. Har er tað helst skrivað av H. J. Debes í øðrum samanhangi. Tí Føroyar blivu ongantíð demokratiseraðar. Hesir tríggir instansir eru allir kongaligir. Alf Ross kallaði tað ein kongalig decentralisering, eitt slag av kommunalreformi, hóast hetta ikki er í Danmark.
Yvirlitið í aðru bók sær fitt út. Vágsbotnhandilin, Kongligi Einahandilin, Skansaverkið, Heilsumál, Havnar Kirkja og Skúlar í Havn. Men eg trúgvi ikki at:"endamálið var at smugla hjálandavørur til Bretlands". Tað ber heldur ikki til at siga "at loysa frá Bretlandi." Tí amerikumenn høvdu eina ætlan, eitt skipað grundarlag. Amerika bleiv ov stórt at umsita hjá bretum og amerikumenn høvdu sítt egna grundarlag, eisini hugvísindaliga. Og teir vóru ikki ovurfegnir at rinda skatt til bretar longur, uttan at fáa nakað afturfyri.
Rybergshandil skal síggj-ast í tí ljósinum, at í teirri tíðini lá allur handil í býunum við strendurnar. Inni í londunum hava fúrstar stríðst við at leggja skatt og toll á handilsfólkið, sum hava handlað og livað frítt. Í Europa tapti tann fríi maðurin, men í Amerika vann handilsfólkið stríðið.
Amerikumenn høvdu ongar duldir mótvegis franska Sólkonginum, Ludvíki 14, sum t.d. danir hava. Her sita so føroyingar í dag og skriva av hesar donsku keldur og útstilla, at teir ikki duga at handfara keldur á hægri stigi. Tískil verður úrslitið tað øvugta. Reint møsn. Dømi:"Í stjórnini varð hildið, at hóast einahandilin varð tikin av, fóru Føroyar ikki at verða sleptar upp á fjall." Hvat fjall? Himmelbjerget? (Hetta er tí teir ikki skilja at føroyingar handla, sjálvt um bert einahandilin er nevndur í donsku keldunum, sum teir sita og skriva av).
Sjálvur tittulin er re-duktivur. Tórshavnar Søga, ella Søga Tórshavnar hevði verið meiri hóskandi, men í mun til innihaldið er Havnar Søga kanska hóskandi.
Um at skriva av og at imitera
Mær hóvar ikki orðingar sum "tingið", Føroya Løgting er korrekt, "Í Havnini", í Havn, Tórshavn er kor-rekt.
Ella á síðu 72: "?.hví løgtingið í Havn". Minnir um ein uttanbíggja skúlaflokk, sum gongur og peilar av.
Ella: "Hetta sjónarmið sammetir ólavsgildið í Havn við ólavsgildið", hvat er hetta fyri málburður?
Eitt sjónarmið kann ikki sammeta við eitt sjónarmið. Á síðu 74: "ólavsøkan í Havn eigur at verða fatað sum ein leivd frá eini tíð" (13, øld). Ólavsøkan er altíð í Havn, hon er ein hátíð.
"Eigur at vera fatað", ella "skal skiljast sum" eru vendingar bæði Andras Mortensen og J. P. Joensen fyrr hava brúkt um fyribrigdi teir sjálvir ikki skilja. T.d. í "Róðrarbátin-um" og í Grundlógar-nevndini er hatta komið fyri. Teir siga bara at tað er í lagi, tí teir sjálvir ikki skilja tað. T.e. tekstualiteturin er transcenderandi, teir taka bara onkra orðing úr onkrari bók og seta hana í nýtt høpi. Reint mosaik.
Síða 77: "og kemur partvíst inn undir grundina á landsskrivsstovuni, ið nú er." Hvat er tað?
Í øðrum bindi er mynd av standmyndini í Vágsbotni (síða 43), og sjálvandi stendur at Poul Michelsen borgarstjóri avdúkaði hana í 1995. Men hann var altso borgarstjóri frá 1981 til 1993. (Valdur í 1980, stillaði ikki upp aftur í 1992.) Sera klossut uppseting. Hvat fara fólk at halda um eini 15 ár, tá ið tey lesa sovorðið?
Síða 218: "Og eisini varð sagt, at havnarmenn áttu ógvuliga lítla jørð afturímóti bygdamonnum."
Hvør var "bygdamaður" í 1795? Hvat er lítil jørð?
Síða 14: Onnur bók, "St Croix og St Tummas", hvat er tað? Ov klossut uppsett..
Síða 17: Onnur bók, "Hann búði í Quillingsgarði, ið hevði fjós í endanum?.."
Síða 44: Onnur bók, "?sum hann í Keypmannahavn seldi fyri egnu rokning." Skeivur syntaksur og inkongruent innihald. Ein ørgrynna av hesum høpisleysu setningunum eru í bókunum.
Síða 46: Onnur bók,"Í einahandilstíðini var tað øllum strangliga bannað at reka loynihandil, keypa ella selja vørur uttan um kongliga handilin í Havn." Vrevl. Sjálvandi er loyni-handil ólógligur. Hatta er tautologi. Í grein um relateraðan konstruktivan interferens hjá Andrassi Mortensen havi eg viðgjørt trupulleikan. Hann helt, at danska grundlógin var orsøkin til at einahandilin var avtikin.
Samanumtikið
Á baksíðuni stendur at :"Í høvuðsheitum er?bókin um", hetta er tí at evnisuppbýtingin er ov illani disponerað. Hon er ikki bygd á vísindaligt háttalag. Tað er ein rúgva av tilfari, sum er skrumblað saman, og nógvar fínar myndir eru lagdar afturvið.
Tað er í lagi at teir skriva hvønn annan av, men keðiligt, at Hans J. Debes verður drigin inn í hetta "fabrikatið". Teir sum bara skriva av, teir skriva bara av. Hvat í allari víðu verð er www.hmships.com???
Frálíku skúlasøgurnar hjá Debes og Hentze eru relativt nýggjar, men millum týdningarmestu verk í nýggjari tíð. Samanumtikið kundi uppgávan verið nógv betri frágingin, um teir ikki skrivaðu av. Her eru so nógv "kicks", at tað líkist mestsum ov nógv einari Ph. D. á Rossatrøðni.
Tá ið so nógv fólk blíva involverað, er tað synd, at fornfrøðiligu greinarnar standa sum leysir kontrastir til restina av tilfarinum. Hetta minnir nógv um suppuna hjá Steen Cold á sinni. Hann koyrdi alt í ein pott, og stoytti burturúr. Hetta er sjálvsuggestión av ringasta slag. "Á Lað" kallast einki í Havn, tað kallast "Á Lag", ð-ið var ikki uppfunnið í 1810. Tað skínir langan veg at tann sum hevur skrivað staðarnavnalistan, ikki er borin í Havn. Undir Kletti, Oman eystan fyri Ydun? Hvat er tað? Tað er eitt gott hugskot at greina staðarnøvn, men ringt, tá ið tað ikki passar, sum stendur í greiningunum. "Laðabrekkan, brekkan frá Eyri ella ovara enda á Quillingsgarði og oman móti Handilsforeiningini, Essaba, Cafe Natúr nú. Træbrúgv, og frá 1886 var steinbrúgv gjørd um ánna millum Laðabrekkuna og Áarvegin við Áarstovu móti Bringsnagøtu." Hetta er tað, man kallar ein fysisk ómøguligheit. Púrasta burturvið.
Nøkur dømi um høpisleysar setningar og barnamál:
Síða 51 Onnur bók "Hetta noyddi Danmark upp í hendurnar á Fraklandi." "Nú og tá" kemur fyri allastaðni", tí talan er um avskrift. Ikki evnisviðgerð.
Síða 53 : "Hann bú-settist í USA og fekk eftirfólk har."
Síða 54 : "Tá ið fólk av bygd komu til Havnar at keypa í Krambúðini í Tinganesi, gekk tað vanliga eftir tørni.", "?..Skúvoyingurin doyði 3-4- dagar eftir sløgini, hann fekk frá keypmanninum í Krambúðini."
"Heldur ikki seinni gekk tað friðarliga av, tá ið menn fóru handilsørindi til Havnar." Ha, ha, ha.
"Og mangan hava teir staðið við handilin og bíðað í dagar at avgreiða ørindi síni."
Síða 75 : "Hann segði, at hann var so fátækur, at hann ofta summarnæturnar plagdi at sova í bátinum."
Síða 87: "Havnarmenn, sum skipanin tá var, fingu ongan mann inn um Tingsins gátt."
Síða 88: "?hóast teir vóru fullkomiliga jarðar-leysir".
Síða 128: "?Føroyum lagt undir Fíggjarmálaráðið og ikki Verjumálaráðið." Tað kallaðist "Krigsministeriet" í 1781.
Síða 145: "?um hesa neiligu fatan víðvíkjandi Løbner?."
Síða 155: "Løbner hevur sum heild sera ringt eftirmæli í Føroyum. Tað skal tó sigast, at ikki alt, sum hendi í Føroyum hesi árini, var hansara skyld."
Síða 156: "Skansin hevði tó verið sera týðandi at menna Havnina."
Síða 168: "Um veturin hava neytini staðið á bási í fjósunum á bóndagørð-unum" Ha,ha.
Men í 1813 vóru 29 neyt í Havn. Bøndurnir hava átt stóran part av teimum. "Ein geil var til at reka neytini gjøgnum frá fjósunum og út í hagan. Ein geil var beint eystan fyri Café Natúr, ella har sum Tryggingarsambandið er nú". Eru Tryggingarsambandið og Café Natúr søga?
Síða 169: "Ávísar tíðir av árinum hevur nógv ferðsla verið til Havnar." Javel.
Síða 198: Fyrsta bók, "Her staðfesta Havnarmenn sjálvir, hvørjum teir liva av, og at teir, sum hinir fyrstu og tá einastu føroyingar, hava hjallin á sjónum. Kent er orðatakið um at hava hjallin á sjónum, og undir hesum býr ótryggleiki um sína úrkomu. Tað kann hava verið ein orsøk, at bøndur, ið livdu av landbúnaðinum, lítilsvirdu hin fátækara útróðrarmannin í Havn." Ha,ha.
"Føroyska samfelagið annars hvíldi ikki á fiskivinnuni fyrrenn umleið 1900. Tað hevur tó verið krevjandi at liva sum útróðrarmaður í einum landbúnaðarlandi.??????" Nei!