Regin rakk finalusessi

Føroya sterkasti maður skúgvaði sterkastu menninar úr Onglandi og USA til viks, og fer hesa vikuna at kappast í finaluni um at gerast heimsins sterkasti

Endiliga eydnaðist tað aftur hjá Regini! Í fleiri kappingum, sum sterkasti føroyingurin hevur roynt seg í, hevur eydnan vent eyguni onkran annan veg, men sunnudagin smíltist hon aftur til Regin.


Javnir í stigum

Tað stóð annars nógv á, tá seinasta kappingin í innleiðandi bólkinum stóð á skránni sunnudagin. Regin hevði annars vunnið sær eina góða støðu undan sunnudegnum, men í fyrru av teimum báðum kappingunum, sum tá vóru á skránni gekk heilt galið.

Talan var um eina kapping, har nakrir veldugir pelar skuldu koppast eftir enda, og orsakað av einum vøddaskaða formáddi Regin sær so at siga einki í hesi kappingini, har hann gjørdist aftast. Sostatt var bert eitt stig á muni millum teir báðar undan seinastu kappingini. Her ráddi um at lyfta fimm steinar upp á tunnur so skjótt sum gjørligt.

Regin er vanliga sera sterkur í hesi kappingargrein, og hann var eisini skjótastur av øllum luttakarunum at lyfta teir fyrstu fýra. Fimta steinin megnaði hann tó ikki at lyfta, men tá tað kom til stykkis, so kostaði hetta tó ikki nakað.

Onglendingurin, sum megnaði at lyfta fimta steinin, hevði nevnliga ringastu tíðina av teimum, sum lyftuy allar, og tí fekk hann bert eitt stig meira enn Regin fyri kappingina. Sostatt endaðu teir javnir í stigum, men tá Regin hevði fleiri topp plaseringar at vísa á, eydnaðist tað honum at koma í finalubólkin.


Lagar seg

Tá vit tosaðu við Regin sunnukvøldið, hevði hann júst fingið viðgerð fyri skaðan, sum hann hevur fingið í kappingini. Talan er um eitt vøddafesti ovarlaga á bringuni, sum mest sum er loysnað frá einum rivi.

Tá so er, kann talan ofta gerast um drúgvar skaðar, men Regin roknaði kortini við, at hetta fór at laga seg, soleiðis at hann kann vera so nøkunlunda fyri, tá byrjað verður aftur mikudagin.

Regin hevur ikki sjálvur nakran vøddamýkjara ella líknandi við á ferðini, men hann greiðir frá, at bæði læknar og annað gott fólk er tøkt hjá luttakarunum, og at hesir duga síni ting er føroyingurin als ikki í iva um.

Annars er rættuliga vanligt, at skaðar av ymsum slag stinga seg upp, tá kappast verður millum sterku menninar. Nógv verður lagt fyri, og onkuntíð er viljin so sterkari enn likamið.

Regin vísir eisini á, at júst hetta er orsøkin til, at hann ikki hevur tikið lut í so nógvum kappingum higartil í ár.


Sterkur bólkur

At Regin var fegin um, at tað eydnaðist at vinna seg til finalubólkin royndi hann als ikki at dylja, tá vit tosaðu við hann:

- Nú eri eg so millum 10 teir sterkastu í heiminum, og tað er nakað, sum fólk minnast, tá tosað verður um kappingina. Varð eg sligin út, hevði tað kunna gjørt tað sama, um tað var nær við ella ikki, tí tað hava tey flestu gloymt eftir lítlari løtu, vóru orð hansara um hetta at røkka finalusessinum.

Gleðin mundi heldur ikki gerast minni av, at innleiðandi bólkurin, sum Regin var í, helst var tann sterkasti av øllum bólkunum. Ikki færri enn tríggir av teimum, sum vóru í bólkinum, rukku finaluni í fjør, men koritni eydnaðist tað Regini at vinna seg fram um tveir av hesum.

Regin megnaði ikki at vinna seg fram til finalubólkin tá, hóast mótstøðan tá á pappírinum ikki var eins sterk. Millum mótstøðumenninar í bólkinum vóru somikið sterk nøvn sum Tórfi Ólafsson, Rene Lindkvist, John Perry og so Glenn Ross, sum altso endaði beint aftan fyri Regin.


Ivasamar vónir

Tá vit komu inn á, hvørjar vónirnar vóru til sjálva finaluna, var Regin eitt sindur ivasamur. Hann vísti á, at hetta í stóran mun er tengt at, hvussu verður við skaðanum, sum hann nú fær viðgerð fyri.

Talan er annars um sjey kappingargreinar í finaluni, og eru hesar:


Deadlift hold, har tað ræður um at halda reyvini á einum bili so leingi uppi sum gjørligt. Tað skal leggjast afturat, at tað var júst í hesi kappingargrein, at Regin fekk skaðan, og at tað tískil er ivasamt, um hann luttekur í hesi.

Power-Stairs, har vekir upp á 200 kg skulu lyftast upp eftir nøkrum trapputrinum.

Ein flúgvari skal togast so skjótt sum gjørligt eftir einum ávísum strekki.

Farmers Walk, sum ikki er ein av sterku greinunum hjá Regini. Tað er her teir skulu bera tveir strindur so langt sum gjørligt.

Atlas Stones. Sama kapping, sum tann seinasta í innleiðandi bólkunum, og sum er ein kapping, har Regin vanliga er sera sterkur.

Fingul Fingers, ið er greinin, har stóru pelarnir skulu koppast eftir enda.

Yoke Race. Her verða vektir á 350 kilo lyftar upp á akslarnar, og síðani skal rennast so skjótt sum gjørligt.


Regin vísir á, at hesa seinastu kappingargreinina hevur hann bert roynt einaferð áður. Tað var, tá hann fyrstu ferð luttók í kappingini um at gerast heimsins sterkasti, og tá mundi hann nærum forkomið sær. Regin datt nevnliga og mundi fingið vektina á høvdið, so her er øll orsøk til at vera varin. Regin sigur tó víðari, at trygdin í hesum er nógv betra síðani hetta, so sum so var ikki bangin fyri at luttaka í hesum.

Tað kann leggjast afturat, at tað má metast sum harmuligt, at eingin sonevnd »load event« er á skránni. Regin er nevnliga ein av teimum allarbestu í hesari grein, men vónandi kann heimsins sterkasti føroyingur tó røkka eini góðari endastøðu kortini.


Atlantsrisin er næstur

Hóast tað kann tykjast møtumikið at luttaka í slíkum kappingum, so fær Regin tó ikki nógva tíð at hvíla seg í.

2. september er aftur kapping á skránni, tá vit enn eina ferð sleppa at síggja, hvør skal fáa heitið »Atlantic Gigant«.

Hetta er triðja árið at kappingin verður skipað, og aftur í ár er talan um nakrar rættar risar, sum koma hendan vegin. Nakrir av luttakarunum eru teir somu, sum vóru við í fjør, og samanumtikið tykist kappingin at verða harðari í ár, enn hon var í fjør, ella sum Regin málber seg: - Hon er í øllum førum ikki veikari.

Hvussu Regin fer at standa seg til ta tíð, lata vit fyri fyrst standa ósvarað. Fyri fyrst ræður um, hvussu fer at ganga seinna partin av hesi vikuni, tá heimsins sterkasti skal finnast.