Skulkingin er størsti spenningurin

Sigursgongdin og harvið kósin móti bestu deildini hjá oddaliðunum báðum var hesa ferð í skugganum av vánaligu uppmøtingini, ið bar tvær avlýsingar við sær

1. DEILD

Hesa ferð gekk tað, sum tað plagar at gera. Tey bæði toppliðini vunnu og hildu seg væl á kósini móti Formuladeildini, VB/Sumba møtti ikki upp á útivølli, og hesa ferð orkaði Royn heldur ikki norður um Suðoyarfjørð.
VB/Sumba skuldi havt spælt í Klaksvík. Leygarmorgunin luktað FSF luntin. Tá ið Fótbóltssambandið fregnaðist hjá KÍ fyri at frætta, um teir vistu nakað um vitjanina úr Suðuroy, og KÍ upplýsti, at teir einki høvdu frætt um nakað avboð, vóru teir í FSF ikki heilt álvuligir. Teir bóðu KÍ spyrja seg fyri, um VB/Sumba liðið var á veg norðureftir. FSF vil ikki hava, at dómarabólkur møtir upp til onga nyttu, og at heimaliðið skal hava útreiðslur av hesum, og at áskoðarar skulu møta upp og so fáa at vita, at tað ikki verður spælt kortini. Hetta sømir seg ikki fyri næstbestu deildina.
KÍ fregnaðist um VB/Sumba var á veg norður eftir, og við bit og slit funnu klaksvíkingar at enda út av, at eingin dystur fór at verða í Klaksvík.
Heldur ikki hvalbingar møttu upp til útidystin í Leirvík. Men har var tað so mikið frægt, at Royn hevði givið avboð!
Næstbesta deildin hevur verið illa plágað av avboðum frá niðast staddu feløgunum. Í dag skuldi FSF aftur taka spurningin til viðgerðar, hvat skal gerast við feløg, sum aftur og aftur ikki møta til ásettu dystirnar.
Feløgini fara fyrst at fáa boð um, hvat FSF ætlar at taka sær fyri. Men tað tykist eingin ivi at vera um, at í hvussu so er VB/Sumba liðið í næstbestu deildini fer at verða varpað úr deildini, sum liðið longu er flutt niður úr. Spurningurin er so, um liðið fer at fáa møguleikan at spæla í 2. deild, ella um tað skal flytast uppaftur longri niður.
Merkisvert er tað, at oddaliðið, B71, tvær tær næstu ferðirnar sambært skipanini skal spæla á útivølli móti Royn og á heimavølli móti VB/Sumba. Í skrivandi løtu er spurningurin, um hesir dystirnir fara at verða spældir ella um B71 longu er flutt upp í Formula deildina  uttan at sandoyingar eru greiðir yvir tað!

B71-SÍ
Sørvingar vitjaðu á Sandi, og har var ongantíð nakar ivi um, at heimaliðið var stinnari parturin. Um nærlagni hevði havt verið størri, so kundi heimasigurin væl havt verið uppaftur trivaligari enn 6-2.
Stórir tíggju minuttir vóru farnir, tá ið miðvallarin Wellington Soares setti hol á, og tveir minuttir seinni var tað Jónsvein Thomsen, sum setti bóltin framvið Hans Fróða Jensen í SÍ málinum.
SÍ hevði undan fyrsta málinum verið í nánd av málinum hjá Jóhan Falkvard Clementsen nakrar ferðir, og okkurt hornasparkið høvdu teir havt, áðrenn Wellington úr 20 metrum plaseraði bóltin í málið. Jónsvein Thomsen økti til 2-0 eftir skjótt uppspæl í høgru og flatt innlegg frá Magnusi Olsen.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki minkaði SÍ liðformaðurin Jóan Petur á Stongum um munin, eftir at snildi Marcello Marcelino við hælinum hevði spælt hann leysan.
B71 royndi at halda høga leikferð. Á hálva tímanum økti veteranurin Eli Hentze til 3-1 eftir uppspæl í vinstru og út frá bólt frá Magnusi Olsen. Átta minuttir seinni økti Wellington til 4-1, tá ið hann við handara stólpan við høvdinum stýrdi hornasparksinnleggi úr høgru í meskarnar. Undan steðginum minkaði Jens Erik Rasmussen við brotssparki um munin til 4-2. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, eftir at Ebbe K. Thomsen var farin um koll.
Eftir steðgin var ferðin lítil. Eftir uppspæl í høgru og innlegg frá Jóhannesi Jensen og upp á tvørs stýring frá Clayton Soares økti Jónsvein Thomsen um munin til 5-2, og í yvirtíðini staðfesti Símun Hansen trivaliga 6-2 heimasigurin.

TB-FSVágar04
Tá ið teir ferðaust á veg suður um Suðuroyarfjørð, mundu gestirnir úr Sandavági ikki vera heilt álvuligir við støðuna. Teir vóru bara tólv í ferðalagnum. Næstbesta liðið hjá FSV04 skuldi spæla finalu á Argjum, og tí høvdu teir gjørt av, at tað bara skuldu vera tólv spælarar í ferðalagnum til Suðuroyar.
Hvørki liðið hevði undan dystinum møguleika at flyta upp ella at flyta niður, og tað mundi seta sín dám á.
FSV04 legði bragdliga fyri. Ferðin hjá teimum var høg, og teir dugdu væl at spæla í síðurnar. TB, sum var illa fyri orsaka av tveimum leikbannum og fleiri skaðum, hevði ilt við at fóta sær. Tá ið heimamenninir fingu bóltin, vórðu teir kroystir frammarlaga á vøllinum, og tískil gjørdust teir ongantíð vandamiklir.
FSV04 hevði fleiri møguleikar at fáa mál longu í 1. hálvleiki. Men tað var ikki fyrrenn lítla løtu eftir steðgin, at teir fingu sigursmálið. Tað skoraði annar av álopsspælarunum, Elfinn Ørvarodd. Jógvan legði flatt innfyri úr høgru, og við handara stólpan stýrdi Elfinn bóltinum í málið.
Stutt undan leikloki varð Elfinn Ørvarodd feldur í brotsteiginum. Hilmar Sveinbjørnsson tók sær av brotssparkinum, sum hann sendi upp um málið.

HB-AB
Argjamenn tevja Formula deildina. Í góðveðrinum í Gundadali leygardagin var fitt at fólki møtt upp til grannauppgerðina móti teimum næstbestu í HB.
Saman við fleiri ungum spælarum vóru royndir menn á heimaliðnum  eitt nú Hans á Lag, Uni Arge, Jan C. Dam og Krzystof Popczynski.
Málmøguleikarnir vóru ikki so nógvir. AB var ikki so sannførandi, men tíggju minuttir undan hvíldini varð brotsspark dømt, tí dómarin metti, at Tony Rasmussen varð feldur. Allan Mørkøre, sum skuldi visa seg at gerast eyðsýndur á so mangan hátt, umsetti úr ellivu metrum.
Eftir hvíldina var AB væl bragdligari, enn argjamenn høvdu verið fyrra umfarið. Fyrstu løtuna høvdu teir tríggjar góðar møguleikar, og í hinum endanum var Uni Arge eina ferð upp á spæl.
AB dúvaði upp møguleikan fyri skjótálopum, og HB royndi at trýsta. Miðskeiðis í 2. hálvleiki eydnaðist tað AB at tvífalda leiðsluna. Allan Mørkøre smekkaði fríspark dygst uttanfyri brotsteigin dygst niðri við stólparótina, og so var tað bara ein spurningur um, hvussu stórur AB sigurin fór at verða.
Lítla løtu undan dystarenda var Allan Mørkøre aftur í miðdeplinum. Hesa ferð fekk hann seinna gula kortið og varð harvið rikin av vøllinum. Kortið fekk hann, tí dómarin, Jóannes Mikkelsen, metti tað at vera lítið sømiligt móti linjuverjanum, Peturi Reinert, at veteranurin klappaði eftir frísparksdóm.